TEEN-STREET Í ÁR - Metár
Corona royndi at órógva, men kortini sluppu yvir 500 tannáringar á TeenStreet í ár, tó ikki til Týsklands, sum vanligt hevur verið, men í Føroyum.
Fyrst í hesum mánaðinum skipaðu samkomur um allar Føroyar fyri Teen-Street í Føroyum. Vanliga fara hundraðtals føroyingar til Týsklands hvørt summar, men í ár vildi corona tað øðrvísi. Í Føroyum skipaðu samkomurnar ístaðin fyri 10 ymiskum legum. Vanliga hava vit sent um 400 fólk til Týsklands, tannáringar og vaksin, men í ár vóru yvir 900 fólk við í TeenStreet Føroyum, stórt 500 tannáringar og 400 hjálparfólk.
Sum vanligt á TeenStreet, varð nógvur dentur lagdur á bíbliuundirvísing, lovsang og samveru við Gud og hvønn annan. Umframt at samkomurnar skipaðu fyri egnum fyrilestrum og aktivitetum fyri tey ungu, vóru bíbliutímar og lovsangsmøti á stórskíggja.
Alt tað, vit kenna frá Teen-Street var sjálvandi eisini við, so sum Throne Room, ssh-løtur, InterAct og ikki minst stuðulsrenningar.
Nýggja koronaútbrotið royndi at leggja ein myrkan skugga yvir onkrar av legunum og nakrar teirra máttu eisini enda fyri tíðina. Men hóast hetta, so líta vit á, at Gud enn á trónuni er. Vit trúgva, at tað orðið, sum er sáað í hesi ungu teir dagarnar, tey vóru saman, fer at vaksa og bera ávøkst. Tí Harrin er ikki bundin av korona og gevst ikki at virka í teimum ungu fyri tað.
Tíðindaskriv, Dánjal av Rana 23.08.2020
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Veðurstøðin til Klaksvíkar

Afturkalling av kostískoyti

Merki vundið á stong í Ísrael

Grótbrotið fingið nýggja maskinu

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Sandur komin í lopgrøv

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Vilhelm þorsteinsson á fyrsta túri

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Tobbi aftur á tingi

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Meginfelag Útróðrarmanna

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Hvalbiartunnilin: Tveir tunnilsmunnar og hvat so?

Kórið í Christianskirkjuni

Tekning til familjulegur 2021
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











