Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ - 10unda ferðin við Norrønu!

Kristiligar Tíðindasendingar | 06/09-2020 09:00
Frá vinstru: Svein, Eyðun og MC. Frá ferðini í ár

Samskipararnir av Bíbliu- og Tónleikaferðini við Norrønu 16 – 19 august siga, at hon var væleydnað í allar mátar. Nakað av óvissu var, áðrenn endalig avgerð varð tikin, orsaka korona. Tá tað varð avgjørt at gjøgnumføra Bíbliu- og Tónleikaferð nr. 10, tí korona var niðurgangandi, kom ferð á tilmeldingarnar. 

Farið var av Havnini sunnukvøldið 16. august kl.23:30 og komið var aftur á Havnina mikukvøldið 19. august kl. 17:30. Tað var stilli í sjónum báðar vegir, og ferðafólkið kundi njóta sólina á sóldekkinum.

Ein myndafaldari við upplýsingum og skrá var býttur út til luttakararnar. Bæði bíbliutímar, fyrilestrar og sangløtur vóru á skránni. Tað vóru Rógvi Joensen úr Klaksvík og Jógvan Páll Sevdal úr Leirvík, sum høvdu bíbliutímar, meðan MC Restorff, Svein í Prestgarði og Eyðun Jacobsen stóðu fyri tónleikinum. Tað varð lýst í hátalarakervinum umborð, tá sangløturnar vóru, og tí vóru Nausthølini fullsett, tí nógv av ferðafólkunum, sum annars vóru við Norrønu, løgdust afturat tilmeldaðu luttakarunum.

GOSPEL-KONSERT
Hetta var 10unda Bíbliu- og Tónleikaferðin við Norrønu, og tí skipaðu tónleikararnir fyri jubileums Gospel-Konsert umborð, sum var longu mánakvøldið kl.20:30 inni á Naust. Samskipararnir siga, at hetta var ein sera væleydnað Gospel-Konsert, har ikki færri enn 20 sangframførslur vóru á skránni fyri fullsettum høli. Konsertin var í hálvan triðja tíma.

EVNIR
Evnini á bíbliutímunum vóru Rómbrævið kapitlarinir 5 og 6, og lív Paulusar undan og eftir hansara umvending. Svein í Prestgarði hevði fyrilestur um sítt lív í rúsdrekka og uttan rúsdrekka, og MC Restorff hevði fyrilestur um missiónsarbeiði við Juvél II í Grønlandi.

MALTA
Norrøna lá í Hirtshals í tveir tímar, og bussur koyrdi fólkið niðan í gongugøtuna. Tað vóru 26 hitastig í Hirtshals hendan dagin, og í góðveðrinum høvdu fyristøðuhjúnini á Malta, Anna og Hans Djurhuus, skipað fyri, at tað varð borðreitt við drekka á parkeringsøkinum hjá Malta, sum liggur beint inn frá gongugøtuni, har ferðalagið varð boðið vælkomið. Tað varð ikki farið inn á Malta vegna korona.

COVID19
Tað óvanliga við hesi ferðini var, at allur hópurin skuldi koronapodast áðrenn farið var umborð í Hirtshals, men hetta gekk bæði skjótt og væl. Umborð gingu øll við munnbindi, og serliga neyðugt var tað inni í bufféini. Um onkur hevði tikið munnbindið frá, fekk viðkomandi eina áminning frá einum av tænarunum. Hetta var tó ikki galdandi meðan sitið var við borðini. Tað vóru nøkur, sum kendi seg trongan av munnbindinum.

Ferðin kostaði 1.995 krónur, tá vóru allar máltíðir íroknaðar.

Samskipararnir siga, at gongur sum ætlað, so verður skipað fyri eini Bíbliu- og Tónleikaferð aftur í komandi ári, men vónandi uttan Korona og Covid19.


Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus 
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi