Bjørg Dam: Vit hava krav at vita hví Bogi og Annika søgdu nei til tunnilsgrótið!
Hví eru vit nú í hesari støðuni, har borgarin í Tórshavnar kommunu, stendur sum stóri taparin í málinum um tunnilsgrótið.
Ístaðin fyri eitt flott inntøkugevandi vinnuøkið við streymasjógvi á Gomlurætt, fáa vit ístaðin 30.000 fultlessaðar lastbilar í gjøgnum Havnina, náttúran á Velbastað verður ongantíð tann sama og vit standa við dálkingini og rokningini.
Sami Bogi Andreasen, sum varð frammi undan summarfrítíðina í fjør og segði, at einans 1,5-2 milliónir skiltu Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið frá einari semju, um at nýta grótið til vinnuøki, stóð í gjár og kærdi sína neyð. Nú fær hann einki gjørt, avleiðingarnar eru blivnar so ógvusligar, og standa als ikki í mát við tær 1,5-2 mlliónirnar, sum varð í millum partarnir tá.
Hettar gruggar málið, og eri eg als ikki trygg við, at býráðið tekur skilagóðar avgerðir!
Tí haldi eg, at borgararnir Tórhavnar kommunu og vit, sum sótu í býráðnum og stríddust fyri at fáa vinnuøki, hava krav at vita, hví ein semja ikki kundi fáast.
Og hvar er borgarstjórin í hesum?
Hví søgdu tit nei til tunnilsgrótið?
Ein so stór, dýr og dálkandi avleiðing og framtíðar inntøkumissur fyri kommununa eigur ikki at fara framvið borðinum, uttan at borgarin fær svar - og serliga ikki nú val stendur fyri framan.
Sum partur av vinnunevndini og býráðnum vóru vit ikki hoyrd ella tikin við, nú vil eg fegin vita!
Sum andstøða royndu vit at fáa málið fyri aftur nevnd.
Eg havi í fleiri greinum gjørt varug við støðuna og skilið. Tíverri varð ikki lurtað á røttum stað, tað talaðist ikki við.
10.november verður býráðsval og tá kann borgarin gera sína ávirkan galdandi, og sostatt tryggja, at líknandi ikki hendir aftur.
Bjørg Dam
Lesið greinarnir her:
SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM
http://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/skandala-at-tunnilsgroti-endar-i-haganum.html?fbclid=IwAR2nzJisY76lfuX30aZmj_5SFHxdo0Ptp8KNVmjI-u1hWPoehJoxPqkP8YQ
Tórshavnar býráð: lorkað milliónavirðir burtur.
http://bjorgdam.blogspot.com/2020/06/torshavnar-byra-lorka-millionavirir.html
Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.
http://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/tunnilsgroti-skilaleys-avger-sum.html
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











