3. byggistig av Miðnámi á Kambsdali
Í januar 2019 vann fyritøkan Zeta útboðið um heildarráðgeving í samband við seinasta byggistig í útbyggingini av Miðnámi. Í apríl handaði fyritøkan Landsverki eitt skipanaruppskot, men av tí at kostnaðarmetingin var hægri enn tað, ið upprunaliga varð sett av til verkætlanina, er prosjekteringin fyribils steðgað.
- Verkætlanin steðgaði upp, tí kostnaðarmetingin bleiv hægri enn tað, sum verklagslógin segði. Hetta var lutvíst eftir at verkætlanin var granskað nærri og lutvíst orsakað av príshækkingum. Samstundis fingu vit løgtingsval og nýggja samgongu. Eg haldi tað er breið undirtøka fyri hesi skilagóðu og framskygdu verkætlan, og vónandi sleppa vit í gongd, tí hetta er tann besta loysnin. Gera vit eina hálva loysn nú, so verður tað heilt víst dýrari í longdini. Tá hava vit brúkt meira pening og fingið ein verri loysn. Og tað hevði verið stórt spell, staðfestir Páll Isholm, rektari.
Í øðrum byggistigi, sum stóð liðugt í 2016 varð dentur lagdur á samanbyggingina av handilsskúlanum og studentaskúlanum, starvsfólkaøkið og kreativu starvsstovurnar. Í triðja byggistigi verður dentur lagdur á at skapa neyðugu karmarnar, sum verandi virksemi á Kambsdali krevur. Nú snýr tað seg tí fyrst og fremst um nútímansgerð av náttúruvísindaliga økinum, felagsøkinum, matarhølinum og auluni, umframt at skapa rúm fyri vaksandi virkseminum m.a. við serbreytini og FabLab.
Upprunaliga er skúlaøkið á Kambsdali bygt sum tveir sjálvstøðugir skúlar. Umframt at loysa og framtíðartryggjar hølistørvin, gevur uppskotið hjá Zeta arkitektum eisini skúlanum eina stóra felags miðju, sum sambært rektaranum fer at skapa ein størri samanhang í gerandisdegnum á Kambsdali. Allir nútímans skúlar hava hesa savnandi miðjuna. Eitt skúlahjarta.
- Hvussu skjótt verkætlanin verður framd, er upp til politiska myndugleikan, men vit vóna sjálvandi at sleppa í gongd við endaligu projekteringina sum skjótast, so verkætlanin kann bjóðast út í vetur. Ikki fyrrenn tá kenna vit endaliga kostnaðin og kunnu leggja eina nærri ætlan fyri, hvussu byggingin kann fara fram, sigur Páll Isholm, rektari.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











