Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Samrøða: Magni Mohr frá Fólka­heilsuráð­num, um heilsu sum heild í føroyum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Heðin Mortensen, um stress, motión og matvanar sum aktivur 74 ára gamal maður
Ymiskar sendingar
Samrøða: Rani Andrasson Skaalum, sum hevur megna at tapt seg og hildið vektina niðri
Nova
Samrøða: Bjarni Johansen og Jens Rói Sørensen um fótbóltin í Suðuroynni
Nova
Samrøða: Svein í Prestgarði, um avbjóðingar­nar, ið lívið sum tónleikari hevur við sær.
Nova
Samrøða: Kristin Michelsen, borgar­stjóri á Tvøroyri
Nova
Samrøða: Brynjer Johannesen, um rúsevnisvandan millum ung í dag
Nova
Samrøða: Finnbogi Danielsen um hvussu handilslívið í Suðuroynni er broytt seinastu árini
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (1) - 25. sept. 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nova
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
EvR
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Tróndheim 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Lýsing

Gunnvør Balle: Politiskt platt Heðin

Innanlands | 11/09-2020 08:44

Ódámligt at spæla politiskt platt uppá hesa ólukkuligu støðu - Heðin Mortensen hevur tikið undir við hesari vallarloysnini saman við øllum øðrum - bæði í mentanarnevndini og býráðnum.

Vit hava raðfest nýggja vøllin í Gundadali sera høgt og gera alt vit eru ment nú, at fáa vøllin at rigga. Og eg ivist slettikki í at vøllurin skjótt verður vælvirkandi og verður til stóra gleði fyri Havnafeløgini og øll tey mongu ið venja har hvønn dag.

Tað skrivar Gunnvør Balle á facebook-vanga sínum. Greinin er ein viðmerking til greinina hjá Heðini Mortensen, har hann skrivar soleiðis -

Fimm milliónir í luftina!

Alt tosið um søguliga stórar íløgur í Gundadali hevur fingið aðra vend, nú hvørki HB ella B36 vilja spæla á nýggja graslíkisvøllinum, tí hann snøgt sagt ikki kann brúkast.

Í vikuni kom fram, at nýggi graslíkisvøllurin á Ovara vølli í Gundadali er av slíkum slag, at hann í veruleikanum ikki er brúkiligur til ordiligt fótbóltsspæl fyrr enn um tvey ár, tí ikki fyrr enn tá hevur hann sett seg. Nei, hetta er ikki skemt, men nakni veruleikin, og so væl arbeiðir býráðsmeirilutin!

Hóast fakkunnleikin væl og virðiliga gav teimum á Vaglinum sínar sakligu ávaringar, áðrenn nakar vøllur varð keyptur, varð deyva oyrað vent til. Spurningurin er nú, um tað einasta søguliga við hesi íløgu er, at hon er søguliga størsta feilkeyp hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð.

Tað er annars so stutt síðani, at borgarstjórin hoveraði og spottaði okkum í minnilutanum, tí vit vóru farin í sjálvsving um Ovara vøll í Gundadali. Nú fimm milliónir eru farnar í luftina, hoyrist sum vera man minni av Vaglinum enn áðrenn.

Kolldøming

Serliga koyrdi borgarstjórin uppá, at hetta alt samalt vóru íløgur, ið høvdu til endamáls at lúka altjóða krøv, men eisini tað kann stórt spurnartekin setast við, tí ein graslíkisvøllur, ið fær sjálvt bestu leðurbóltar at uppføra seg sum fjaðurlættir plastikkbóltar, ið flúgva í allar ættir, lýkur eingi altjóða krøv!


Dómurin frá fremstu venjarunum hjá HB og B36 er púra greiður, at Ovari vøllur í Gundadali kann ikki brúkast, og tí vilja feløgini nógv heldur halda fram at spæla á Tórsvølli. Vit kunnu ikki bíða í tvey ár, so fryktandi er fyri, at meira enn bara sjálvur vøllurin má gerast umaftur, skulu umstøðurnar svara til prísin.


Í næstum skal UEFA eisini koma at hyggja at nýggja graslíkinum, og neyvan verður tann dómurin mildari, tí hægsti europeiski myndugleikin hyggur at slíkum umstøðum við strangastu eygum.


Vóru ávarað

At borgarstjórin nú sigur seg harmast, er tómt tos, tí áðrenn nakar vøllur varð keyptur, greiddu fakfólk frá og ávaraðu um, hvat úrslitið kundi gerast, valdi kommunan eina loysn, ið ikki hevði ta neyðugu góðkenningina. Og kortini valdu borgarstjórin og hennara fólk at koyra sítt ígjøgnum.

Vit í minnilutanum máttu bara líta á, at tað var í lagi, sum politiska valdið á Vaglinum og umsitingin løgdu fyri okkum. At tað nú vísir seg, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin hava handlað ímóti fakkunnleikanum, kunnu vit bara harmast um.

Tað tykist, sum verður bara stýrt fram eftir fummum í høvuðsstaðarkommununi, so tí man tað vera kærkomið hjá veljarunum, at teir skjótt fáa møguleikan at skifta út, so Tórshavnar kommuna aftur kann koma í góðar hendur.


Heðin Mortensen

býráðslimur


Lagt út:
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Her er kostnaðu­rin av at rudda í Víkarbyrgi
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Farmurin var sandur, grús og bátar
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
VIDEO: HANDAN KAMPIN VINNUR BILL MÓTI JOHAN
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Nýggur KÍ sangur útgivin (hoyr hann her)
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Eitt er neyðugt
GRANT takkar fyri "lands­liðsboð­ini"
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Jóannes Hansen hugleiðir "Fiskaaling 50 ár"
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Samrøða: Magni Mohr frá Fólka­heilsuráð­num, um heilsu sum heild í føroyum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Heðin Mortensen, um stress, motión og matvanar sum aktivur 74 ára gamal maður
Ymiskar sendingar
Samrøða: Rani Andrasson Skaalum, sum hevur megna at tapt seg og hildið vektina niðri
Nova
Samrøða: Bjarni Johansen og Jens Rói Sørensen um fótbóltin í Suðuroynni
Nova
Samrøða: Svein í Prestgarði, um avbjóðingar­nar, ið lívið sum tónleikari hevur við sær.
Nova
Samrøða: Kristin Michelsen, borgar­stjóri á Tvøroyri
Nova
Samrøða: Brynjer Johannesen, um rúsevnisvandan millum ung í dag
Nova
Samrøða: Finnbogi Danielsen um hvussu handilslívið í Suðuroynni er broytt seinastu árini
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (1) - 25. sept. 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nova
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
EvR
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Tróndheim 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Nýggjastu tíðindi