Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Evropa aftur í ár 1 mió sýriskar muslimar úr Turkalandi?

Andøvsløtan | 13/09-2020 17:00
Recep Tayyip Erdoğan

‘Syndafalsárið’ 2015 veltu 1,5 mió muslimsk landastrok inn í Europa. Tey allar flestu vóru ungir menn, og tey fæstu vilja arbeiða og blíva evropearar. Nú er trýstið úr Turkalandi á ES aftur økt almikið um at taka 1 mió islamar inn aftrat.

Andøvsløtan brúkar nakað av tíð til turkisku hóttanina móti Evropa. Seinast tosaðu vit um, hvussu fyrr vakrar grikskar sóloyggjar sum Lesbos og Kos eru vorðnar svínsk skarvabøli av 10-tús.tals sýriskum sjórekum úr Turkalandi. 

Nú ein dagin vórðu aftur 4 av fleiri mannasmuglarum tiknir í Athen. Bara í juli sluppu 600 sjórekar ígjøgnum verjuskipagarðin um Lesbos, og talið hevur verið nógv størri í august, tann fyrsti av 4 heystmánaðum við sløttum sjógvi.

Ráðaríki turkiski forsetin Tayyip Erdogan ætlar at gerast kaliffur yvir øllum muslimum um eystara Miðjarðhav og hevur verið ein reinur búlli heima og úti.

Í summar broytti hann støðuna hjá Hagia Sophia, í 700 ár størsti ortodox kristni katedralur í heiminum, frá 1453 størsta moska í heiminum, men eftir 1934 tjóðsavn uttan religiøst tilknýti og alheims tjóðararvur. Í juli avgjørdi Erdogan hóast altjóða mótmæli, at Sophia aftur verður muslimskt bønarhús.

Fólkastýrið í fyrr demokratiska Turkalandi gjørdi hann enda á við at handtala øll miðlafólk, ið ikki drógu hansara línu, umframt fleiri 100.tús. embætisfólk.

Hann hevur verið sum tarvur í postalínshandli heima sum úti, hevur kríggjast móti kurdum eystan- og sýriska diktatorinum sunnanfyri. Turkaland er limur í NATO, men Erdogan hevur keypt loftverjurakettir frá mótpartinum Ruslandi. Nú hevur hann lagt seg út í innanhýsis kríggið í Libya ímóti Ruslandi. 

Hann hevur hótt við at bora eftir olju og gassi í eystara Miðjarðarhavi, har Grikkaland, Cypros, Egypt, Libanon og Ísrael hava betri rætt til havbotnin.

Turkiski búskapurin og gjaldoyra vikna, arbeiðisloysið veksur, og í fjør misti Muslimski Rættvísisflokkurin hjá Erdogan meirilutan í býráðnum í Istanbul.

Í summar hevur turkiski einaræðisharrin hótt, at um ES ikki rindar Turkalandi 4 mia evrur (= 30 mia kr) til sýriskar flóttar í Turkalandi, so sleppur hann 1 mió muslimskum landsstrokum upp á land í Grikkalandii, haðan teir floyma út um alt Evropa, eins og teir gjørdu í 2015. ES er púra ófyrireikað til hesa innrás. 

Higartil í ár hevur nýggja høgrastjórnin í Athen steðgað 10-tús.tals muslimskum landastrokum frá at bróta um mark eftir landi ella koma upp á land í Grikkalandi.  

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi