Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

3 russar og 1 ukraini ákærdir fyri at hava dripið 298 fólk í flogfari

Andøvsløtan | 13/09-2020 15:00

4 menn eru í altjóða brotsrættinum í Hague ákærdir in absentia (frástaddir) fyri at hava skotið hollendska flogfarið MH17 niður yvir Ukraina í 2014 við 298 ferðafólkum umborð, sum øll lótu lív.

3 av teim ákærdu eru russar og 1 ukraini, Igor Girkin. ICC- rætturin í Haag í Hollandi, heldur, at allir 4 drápsmenninir goyma seg í Ruslandi, sum ikki viðurkennir henda altjóða brotsmannarætt og sýtir tí at útflýggja menninar.

Niðurskjótingin er prógvað gjørd við eini jørð til luft rakett av russiska Buk-slagnum, sum ukrainskir yvirgangsmenn hava stolið ella fingið úr Ruslandi.

Nærum 20% av ukrainska fólkinum í dag eru av russiskum uppruna. Serliga Stalin, men eisini hansara kommunistisku eftirmenn fluttu við makt milliónir av ymsum fólkasløgum runt í Sovjet, tá 23 mió km2 við 330 mió íbúgvum.

Etniskir russar búgva mest í eystara Ukraina, á Donets leiðini, har nógv ráevni og ídnaður eru, sum Ukraina ikki vil av við, og Rusland vil hava. Russisku ukrainarnir hava í áravís gjørt vápnaðan uppreistur móti stýrinum í Kiew, ukrainska høvuðstaðnum.

Tað hevði helst verið lættast hjá Ukraina at fingið frið í landinum við 40 mió íbúgvum, um teir skipaðu fyri fólkaatkvøðu. So kundu eystaru landspartarnir við russiskum meiriluta verðið latnir Ruslandi. Men tað vilja ukrainar ikki.

Aftur til hollendska flogfarið, MH17. Niðurskjótingin var ein altjóða gøla, sum stjórnin hjá Putin í Moskva blankt avvísti at eiga lut í, hóast Moskva í áravís hevur latið sínum ukrainsku uppreistrarmonnum vápn og hernarhjálp.

Umborð í flogfarinum vóru 193 hollendingar, 27 australiar og 10 bretar. So hesi trý londini hava trýst hart á til at fáa ósvaraðu spurningarnar greiddar og teir seku drápsmenninir dømdar fyri sína óbótagerð.

Um dómur verður feldur í MH17 málinum er óvist. Enn meiri ivasamt er, um teir seku nakrantíð verða útflýggjaðir og revsaðir fyri sína terroratsókn.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi