Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fylkjast á vali, tí vikan styttast skal!

Politikkur | 15/09-2020 20:00

Argumentini um hví okur ikki skulu stytta um arbeiðsvikuna, er sama skøvaða plátan, sum tá vikan varð stytt úr 48 niður í 44 tímar, og úr 44 niður í 42,5 og at enda 40 tímar. Okur vita, at tað varð ikki sett í verk frá degi til dags, og okur vita eisini, at ein framtíðarætlan, um at stytta vikuna úr 40 í 37 tímar, verður heldur ikki gjørd í morgin. 

Tí er dømið hjá Hera á Rógvi, formanni Búskaparráðsins, um at kostnaðurin er ókendur, og at tað hevði verið eitt búskaparligt afturstig, um tað varð gjørt í morgin, púrasta burturvið. Rætt er, at kostnaðurin er ókendur, men at samfelagið vaknar upp í morgin við færri tímum í vikuni, er veruleikafjart.

Áhugamálini koma til sjóndar
 Somuleiðis, er tað sera ørkymlandi, at Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at arbeiðsmarknaðurin í dag, sum ein ella annar statiskur og óbroytiligur marknaður, ikki kann ella fer at broytast komandi árini, grundað á støðuna í dag. Eisini kastar hon alla gransking, hagtøl og niðurstøður, sum tala fyri produktiviteti og heilsu, tá vikan verður stytt, fyri borð sum nakað óvist og ivasamt.

Okur styttu arbeiðsvikuna í 1970 og aftur í 1977, og Marita Rasmussen má ásanna tann eyðsýnda veruleika, at tað hevur verið betri fyri arbeiðaran og arbeiðsgevaran og givið okum eitt betri samhaldsfast samfelag. Tískil er hennara óvissa og statiski arbeiðsmarknaður ein óvilji stýrdur av ávísum áhugamálum.

Tað er væl grundað
Tað eru umfatandi kanningar, sum ávísa, at óansæð um tú styttir frá 50 til 48 ella 40 til 37 tímar, verður produktiviteturin, ella framleidni, ikki ávirkað neiliga. Tvørturímóti vinnur arbeiðsplássið og tískil arbeiðsgevarin í framleidni fyri hvønn tíma, sum verður styttur. 

Í fleiri av teimum kanningunum, sum eru gjørdar bæði í Evropa og USA, verða skandinaviski, týski og franski arbeiðsmarknaðurin samanborin við amerikanska, har eyðsýndir fyrimunir eru bæði hjá arbeiðsfólki og arbeiðsgevara. Súni Selfoss, formaðurin í Starvsmannafelagnum, fekk afturvíst hesum og staðfesti, at kanningar eru væl grundaðar og umfatandi.  

Fyrimunirnar kenna okur øll: minni strongd, slit og sjúka og meiri tíð til lívið og familju. Somuleiðis sum at øll, sum arbeiða niðursetta tíð, helmingurin kvinnur, koma nærri fullari viku, um okur stytta vikuna niður á 37 tímar. Opinlýst er, at hjálpandi hond og vilji til at broyta arbeiðsmarknaðarviðurskifti fáa okur ikki frá arbeiðsgevaranum uttan stríð. Sama pláta spælir enn: alt er ov dýrt, alt er ivasamt, og arbeiðsmarknaðurin er statiskur.

Okur á herðum hjá øðrum
Í 1970 varð samtykt við lóg, at arbeiðsvikan lækkaði úr 44 niður í 42,5 tímar, og at hetta skuldi fara fram uttan lønarmiss. Í 1977, tá felagsskriv varð sent Føroya Løgtingi við áheitan um at stytta arbeiðsvikuna úr 42,5 niður á 40 tímar, uttan lønarminking, vóru tað fleiri arbeiðarafeløg, sum stóðu saman. Sama má henda í dag. Arbeiðarafeløgini mugu saman krevja sín rætt um betri kor og betri lív. Tað var tó løgtingið, sum samtykti nýggju lógina um at stytta arbeiðsvikuna, men fakfeløgini vóru á einum máli um, at hetta var rætt.

Men í sama lag, sum umboðini fyri arbeiðsgevararnar, sigur Christian Andreasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, í dag, at uppskotið er ógjørligt og ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur. Samstundis sum flokkur hansara lovaði gull og grønar skógir uttan fígging og góvu landsins ríkidømi burt til tey vælbjargaðu. 

Hesa ferð mugu arbeiðarafeløgini og Javnaðarflokkurin taka stríðið upp aftur og vinna rættin til eitt betri arbeiðslív!


Jens Arni Leo Hammerfoss,
formaður fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi