Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Foto-kabalin skuldi ganga upp

Innanlands, Mentan | 18/09-2020 12:00
Per á Hædd fotograferaði sunnudagin fimm konfirmatiónir í Vesturkirkjuni og Havnar kirkju | Mynd: Hilmar Jan Hansen/folkakirkjan.fo

Fotografarnir hjá Fotostudio høvdu sunnudagin tilsamans níggju myndatøkur frá ellivu konfirmatiónum. – Tað ráddi veruliga um at leggja sær tingini til rættis, tí tú skuldi næstan vera í fleiri støðum í senn, sigur Per á Hædd.

Ein fastur táttur, tá ið konfirmatiónir eru, er myndatøkan. Talan er vanliga um eina mynd av øllum konfirmantunum saman við presti, og summi vilja eisini fegin hava serstakar myndir av sínum konfirmanti, ið kunnu verða tiknar í kirkjuni, umhvørvinum kring kirkjuna ella í studio.

– Tað vanliga er, at konfirmatiónir eru um várið og um heystið, og har havi eg havt allar kirkjurnar í Suðurstreymoy síðstu 12-14 árini. Hvørja ferð snýr tað seg um at leggja arbeiðið so væl til rættis sum gjørligt, tí ofta eru konfirmatiónir í senn í fleiri kirkjum, greiðir Per á Hædd, fotografur frá. Saman við tveimum øðrum fotografum, Pavlu Eliassen og Sunrid í Gong, eigur og rekur hann fyritøkuna Fotostudio í Havn.

– Ein sunnudag kann eg klára tríggjar konfirmatiónir soleiðis, at tvær verða tiknar áðrenn og ein aftan á gudstænastuna. Tær fimm kirkjurnar eru Havnar kirkja, Vesturkirkjan, Argja kirkja, Hoyvíkar kirkja og Ólavskirkjan í Kirkjubø, so umframt at stilla útgerðina upp, mugu vit eisini taka hædd fyri koyringini millum tær aktuellu kirkjurnar.

Umframt sjálva konfirmatiónina, plagar Per at hava fotograferingar aftaná eisini, so dagurin kann gerast sera langur. Lagt verður til brots kanska longu klokkan gott níggju, og so er ikki liðugt fyrr enn væl út á seinnapartin ella seinni enn tað.

Fýra til arbeiðis
Í hesum døgum er einki sum tað plagar, tí nú eru fleiri sunnudagar á rað við fleiri konfirmatiónum enn vanligt í fleiri kirkjum. Hartil kemur, at tey trý í Fotostudio fevna um meira enn bara Suðurstreymoy, tí Pavla tekur eisini myndir í Suðuroynni og Sunrid í Eysturoynni og Norðstremoy.

– Av tí at tað í ár eru nógv fleiri smærri konfirmatiónir, er eisini munandi meira rennarí enn vanligt, og av tí at fleiri av størru kirkjunum hava fleiri konfirmatiónir, krevst uppaftur meira fyri at fáa kabalina at ganga upp, greiðir Per á Hædd frá, tá ið vit skiftu orð við hann í Vesturkirkjuni í einum lítlum steðgi í øllum vásinum sunnudagin.

– Sjálvur havi eg tríggjar konfirmatiónir í Vesturkirkjuni og tvær í Havnar kirkju, og tá ið tað samstundis eru tvær konfirmatiónir í Hoyvíkar kirkju, noyðist eg at dúva upp á eitt hjálparfólk, ið tekur hana fyri okkum. Samstundis hevur Sunrid eina myndatøku í Haldórsvík og eina á Glyvrum, og Pavla hevur eina á Tvøroyri. So alt í alt er talan um ellivu konfirmatiónir og níggju myndatøkur ein og sama dag.

Tey í Fotostudio vóru altso spjadd um allar geilar sunnudagin, men kortini eydnaðist at fáa alt at ganga upp og at fáa tikið tær myndirnar, ið skuldu takast. Per hevði sjálvur onkra myndatøku í studio seinnapartin, eins og Sunrid hevði tað í studio í Saltangará, og á Tvøroyri hevði Pavla fleiri einstakar fotograferingar í kirkjuni.

Fáa fleiri myndir
– Vit sera gott samstarv við prestarnar, tá ið konfirmatiónirnar eru fyri. Vanliga fáa prestarnir longu sama dag ella dagin eftir eina góða mynd, ið teir so seta nøvn á, soleiðis sum konfirmantarnir standa. Tey nøvnini seta vit so á myndirnar, ið prestarnir fáa aftur til rættlestur, áðrenn vit seta sjálva framleiðsluna í gongd og senda konfirmantunum myndirnar við postinum, sigur Per á Hædd.

– Umframt, at nógvar av konfirmatiónunum hesaferð eru øðrvísi enn vanligt, gera vit ta broyting, at konfirmantarnir í dag, sum vóru níggju ella tíggju á hvørjari mynd, fáa ta vanligu stóru myndina av sær sjálvum, men so senda vit teimum eisini smáar myndir frá hinum báðum konfirmatiónunum, tí øll hesi 29 jú upprunaliga hava gingið til prest saman. Var alt sum vanligt, vóru tey jú 29 á myndini, men upp á henda mátan koma tey allíkavæl at eiga mynd av øllum.

Greinin stendur á folkakirkjan.fo

Orð & mynd: Hilmar Jan Hansen.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi