Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Túsundtals fólk flýggja hvønn mánað úr sosialistiska Nicaragua

Andøvsløtan | 20/09-2020 13:00
Daniel Ortega (1979)

Støðan í fleiri londum í Miðamerika versnar, og Nicaragua er einki undantak. Nicaragua er bert 110.000 km2, sum Ísland til ummáls, við 6,4 mió íbúgvum.

Nú flýggja 1000-tals fólk úr Nicaragua um mánaðin undan sosialismu og harðskapi teirra ráðandi, nøkur norðureftir móti USA, tey flestu til Costa Rica, smbr ST-keldum um ringa standin í hesum miðamerikanska landi.

Vit eldru minnast Nicaragua í 1970-unum, tá korrupta Somoza-familjan ráddi. Tá áttu Somoza-fólkini $1,6 mia (= 11 mia kr), meðan fólkið svøltaði.

Ein jarðskjálvti soraði høvuðstaðin Managua sjálvan tollaksmessudag í 1972.  Støðan versnaði næstu árini, so fólkið gjørdi uppreistur og valdi í 1979 kommunistin Daniel Ortega (34 ár), leiðara í Sandinistarørsluni, til forseta.

Hann legði seg dygst upp at Cuba og Sovjet ímóti ynskjunum hjá USA, ið stríddist móti Sovjet í 9 ymsum londum kring heimin í 1980-unum.

Ortega var fyrst væl fagnaður, men hann var harður kommunistur, í grønum partisanbúna, tungusnildur í sínum marxistisku røðum og við sniðgjørdum brillum fyri 1000-tals krónur. Hann var fyrimynd hjá heimsins vinstrahallu, ungum sum gomlum. Lond sendu pening, og ung vitjaðu á pílagrímsferð.

Vit kenna mynstrið aftur. Fyrst Sovjet, so Kina, Cuba, DDR, Vietnam, Chile, Kambodia, Zimbabwe, Suðurafrika og nýliga Venezuela. Men so hvørt sosialisman ikki skapti landanna íbúgvum paradís á jørð, so kólnaði eldhugin, og lovorðini tagnaðu. Tá sosialisman ístaðin fyri paradís førdi til heljar, vendu tey vinstrahallu vangan til, lótu sum einki og brígslaðu fram við líkdungunum.

Fólkið í Nicaragua hevði tol við Ortega til 1990, tá hann fall við eitt forsetaval, og borgarliga Violeta Chamorro gjørdist fyrsti kvinnuligi forseti í Latínmerika.

Í 2007 fekk Daniel Ortega valdið aftur og hevur sitið forseti síðan. Í 2018 mótmæltu fólk aftur í gøtunum, og tá vendi Ortega-juntan sosialistisku ranguna út og bardi uppreisturin niður. Síðan er støðan versnað tungliga, og nú flýggja 4.000 fólk úr Nicaragua hvønn mánað, sigur ST í tíðindum.

Í miðal ársinntøku tjena fólk bert $ 2.200 (= 15.000 kr), ið svarar til 40 kr/dag. Teirra sosialistiski leiðari, Daniel Ortega, er góður fyri $ 50 mió (= 350 mió kr).


Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi