Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing

Tøkk til Sjúrð Olsen!

Innanlands, Lesarabrøv | 19/09-2020 21:00

Nú Sjúrður Olsen ikki stillur uppaftur á býráðsvalinum, fari eg at takka honum fyri hansara stóra arbeiðið í Tórshavnar býráð. Sjúrður er maður, ið hevur vilja sum fáur at fáa framt framburð í kommununi, og eri eg fegin um at hava samstarvað nógv við hann – ikki minst í tíðini sum borgarstjóri.

Har var eingin slingur í valsinum, tí Sjúrður var greiður og álítandi í øllum málum. Júst sum hann eisini er tað, nú hann í samrøðu við in.fo enn einaferð staðfestir, at kom hann inn, so hevði henda samgongan, ið nú hevur valdað, slett ikki komið framat.


Nú hann takkar fyri seg, vil eg fegin nevna nøkur mál úr stóru rúgvuni, sum vit báðir – saman við øðrum góðum fólki – fingu av skafti hesa tíðina, Sjúrður virkaði í býráðnum:

- Stóra havnarútbyggingin
- Sjóvinnuhúsið
- Skúlin á Argjahamri
- Skúlin á Løgmannabreyt
- Boðanesheimið
- Tjarnagarður
- Stóra brúgvin um Sandá
- Trappan í Vágsbotni
- Uppraðfesting av ansingarøki og skúlum
- Tilhaldið í Kollafirði
- Ítróttarhøllin í Kollafirði
- Bátahylurin á Argjum
- Nýggi barnagarðurin á Argjahamri
- Skúlin í Nólsoy
- Nýggi barnagarðurin í Nólsoy
- Tórsvøllur
- Fimi
- Tórsbreyt
- Íðnaðargrundstykkir og sethúsagrunstykkir
…og nógv afturat!

Ikki er altíð lætt í politikki, serliga tá ið mótstøðan inni í tínum egna flokki verður ov stór, soleiðis sum Sjúrður upplivdi á seinasta vali, har innanhýsis fintur gjørdu, at hann ikki varð afturvaldur.

Frá mær eigur Sjúrður Olsen eina stóra tøkk sum politikari og vinmaður, og eisini eina stóra tøkk fyri vøkru orðini frá honum, nú hann takkar fyri seg.

Heðin Mortensen
býráðslimur

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
BRÁTÍÐINDI: FELAGSLISTIN Á Tvøroyri
LJÓÐBROT: Hann vil verða fyrsti sendimaður føroyinga í Ísrael
Nú skal Turkihúsið takast niður
Ein borgaralisti aftrat á Tvøroyri
Skálvíkingu­rin, Sigurd Christiansen verjir ph.d. á AU
Samrøða: Svein Rógvi Ljósstein um Fish Protein
Domptøru­rin og cirkusrossini
NOVA úr Suðuroynni (52) - 14. okt. 2020
Her er listi A til kommunuvalið á Sandi
Ben Shapiro flytir við virki og 70 starvs­fólkum úr sosialistiska California
Eyðfinn Johansen syngur við á brúnni​
MYNDARØÐ: Skorin sundur og flutt út á Skála
..." borgar­stjóramorð " náttina ímillum 10. og 11. november 2020 ?
Hondbóltur: Filip Jojic er úttikin til A-landsliðið
Vespureiðrið (156) - 19. okt. 2020
Skálavík: MYNDARØÐ: Gistingar­húsið á Mølini reist
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 4. partur
Hví rakar Wuhan-krím so hart døkkar sum hvítar bretar?
Tað ber illa til at geva korona skuldina fyri met stóra vøksturin
FBI tikið til rættarsókn yvir 5.000 BLM leiðarar fyri harðskap
Sámal Petur í Grund stillar upp
Samrøða: Jan Rasmussen, hjartalækni
Myndir: 50 ár síðani Logos (fyrr Umanak) bleiv keypt
Eystur­kommuna: 13 eru á Borgaralista­num
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi