Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing

Dimma.fo loysir

Tíðindaskriv | 21/09-2020 19:33

Frá í dag at rokna vera greinarnar hjá Dimmalætting bara at finna á heimasíðuni hjá blaðnum, www.dimma.fo.

Eftir at blaðið hevur samstarvað við Portalin um tilfar og lýsingar í nøkur ár, er leiðslan á Dimmalætting komin til ta niðurstøðu, at tað er rættast og best, at heimasíðan hjá fyritøkuni, á sama hátt sum blaðið, stendur á egnum beinum. Tí loysir dimma.fo frá portal.fo í dag.

Málið hjá Dimmalætting er at framleiða óheftan og álítandi journalistikk við støði í redaktionella grundstøðinum hjá blaðnum, sum var almannakunngjørt um ártúsundskiftið, og heimasíðan fer sjálvandi at koyra eftir júst somu grundreglum.

Sum ein avleiðing av avgerðini, at heimasíðan skal standa á egnum beinum, hevur blaðið seinastu tíðina ment eina nýggja heimasíðu, og hon verður tikin í brúk í dag. 

Hóast heimasíða og blað hanga óloysiliga saman, so hevur Dimmalætting størri ætlanir við heimasíðuni enn, at hon bara skal vera eitt avrit av blaðnum. Ætlanin er, at hon skal vera ein sjálvstøðugur miðil, og tí fara vit eisini at síggja tilfar á heimasíðuni, sum ikki er í blaðnum. 

Í hesum sambandi er Sigurjón Einarsson, sum er bachelor í sosialvísindi og journalistikki frá universitetinum í Roskilde, settur at taka sær av heimasíðuni hjá blaðnum.

Sigurjón hevur arbeitt við talgildum miðlum bæði í Føroyum og í Danmark, og eisini við videoframleiðslu. Tí verður hetta eisini nakað, sum vit fara at síggja meira til á nýggju útgávuni av dimma.fo.

- Skalt tú sum miðil klára teg í talgildu kappingini, so mást tú hava nakað afturat, nakað sum hinir miðlarnir ikki hava, og tað fara vit eisini at leggja okkum eftir. Alt hendir ikki eftir einum degi, men vit hava gjørt av at brúka orku uppá at menna dimma.fo sum miðil, og vit vóna sjálvandi at bæði lesarar og lýsarar fara at brúka henda møguleikan, sigur Sveinur Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
BRÁTÍÐINDI: FELAGSLISTIN Á Tvøroyri
LJÓÐBROT: Hann vil verða fyrsti sendimaður føroyinga í Ísrael
Nú skal Turkihúsið takast niður
Ein borgaralisti aftrat á Tvøroyri
Skálvíkingu­rin, Sigurd Christiansen verjir ph.d. á AU
Samrøða: Svein Rógvi Ljósstein um Fish Protein
Domptøru­rin og cirkusrossini
NOVA úr Suðuroynni (52) - 14. okt. 2020
Her er listi A til kommunuvalið á Sandi
Ben Shapiro flytir við virki og 70 starvs­fólkum úr sosialistiska California
Eyðfinn Johansen syngur við á brúnni​
MYNDARØÐ: Skorin sundur og flutt út á Skála
..." borgar­stjóramorð " náttina ímillum 10. og 11. november 2020 ?
Hondbóltur: Filip Jojic er úttikin til A-landsliðið
Vespureiðrið (156) - 19. okt. 2020
Skálavík: MYNDARØÐ: Gistingar­húsið á Mølini reist
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 4. partur
Hví rakar Wuhan-krím so hart døkkar sum hvítar bretar?
Tað ber illa til at geva korona skuldina fyri met stóra vøksturin
FBI tikið til rættarsókn yvir 5.000 BLM leiðarar fyri harðskap
Sámal Petur í Grund stillar upp
Samrøða: Jan Rasmussen, hjartalækni
Myndir: 50 ár síðani Logos (fyrr Umanak) bleiv keypt
Eystur­kommuna: 13 eru á Borgaralista­num
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi