Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bíligt at vera húsaeigari í Suðuroy

Innanlands | 22/09-2020 15:30

Tað er munur á, hvussu stórur partur av inntøkuni fer til bústað í ymsu økjunum í Føroyum. Hetta verður eisini nevnt bústaðarbyrðan.

Í miðal brúka húsaeigarar í Suðuroy lutfalsliga lítlan part av síni inntøku til bústað. Hagtølini vísa, at í miðal fara 9% av inntøkuni eftir skatt til bústað í Suðuroy. Hetta eru 10 prosentstig lægri enn miðal bústaðarbyrðan í Føroyum, sum er 19%.

Hóast lønarstøðið er lægri í Suðuroy enn í restini av Føroyum, so er bústaðarbyrðan minni. Høvuðsorsøkin er, at miðal sethúsaprísurin í Suðuroy er lægri enn miðal sethúsaprísurin í Føroyum.

Róin Schrøter, leiðari hjá Betri Banka á Tvøroyri, sigur at áhugin fyri at keypa bústað í Suðuroy veksur. Orsøkin er, at tað er bíligari at seta búgv, men eisini, at fólk vilja hava summarhús í Suðuroy.

- Vit merkja størri áhuga fyri Suðuroynni enn áður. Tað er møguliga tí, at sethúsaprísurin ikki er vaksin líka nógv sum aðrastaðni í landinum. Tað eru serliga fólk, sum vilja keypa summarhús í Suðuroy. Tað snýr seg sjálvandi um, at tað er bíligari, men Suðuroyggin hevur eisini nøkur øðrvísi tilboð og øðrvísi náttúru enn aðrastaðni, og tað kann eisini vera ein orsøk, sigur Róin Schrøter.    

Sambært Káru á Dunga, stjóra í meklarafyritøkuni Betri Heim, so skulu sethúsaprísirnir viðgerast við fyrivarni, tí tað eru lutfalsliga fáar sølur og stór spjaðing í sethúsaprísunum.

- Vit síggja, at sethúsaprísirnir í størri økjum í Suðuroy vaksa. Tá tosað verður um miðal sethúsaprísir, so hevur talið av sølum nógv at siga. Í miðal eru ikki nógvar sethúsasølur í Suðuroy,  men vit merkja ein vaksandi eftirspurning. Okkara metingar vísa, at sethúsaprísurin eftir øllum at døma er vaksandi í Suðuroy, hóast hann framvegis er lægst í Føroyum sum heild, sigur Kára á Dunga.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi