Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Trongisvágsbotnur aftur ruddaður - Otto Gram, hevur verið drívmegin aftanfyri átakið

Innanlands | 23/09-2020 14:03

Vanliga so friðaligi Trongisvágsbotnur, var í gjár karmur um lívligt virksemi. Var onkur í námind, so sást tyrlan hjá donsku sjóverjuni sveima yvir vakra landslagnum. Vit hava skift orð við Otto Gram, ið hevur verið drívmegin aftanfyri átakið.

Otto sigur, at tað heilt stóra takið varð tikið í 2017. Tá sá ikki tespiligt út í Trongisvágsbotni og uml. 55 eldsálir megnaðu at savna eini 18 tons av ruski upp. Atlantic Airways veitti tá eina fantastiska hjálp vit at koma suður við tyrluni. Teir flugu heili 17 ferðir upp og niður, við 44 posum og øðrum burturkasti. Otto hevur síðan verið nakrar ferðir, við familjuni og skúlaflokkum,niðri í Trongisvágsbotni á ruddingarferð.

“Nú í summar, eitt dýrdarkvøld, fóru vit niður í Trongisvágsbotn at rudda. Vit vóru uml. 16 fólk, bæði vaksin og raskir ungdómar. Hesaferð savnaðu vit uml. 300-400 kg saman, ið vit fyltu í stórar sekkir frá IRF og harafturat ein fiskakassa”, sigur Otto. Myndir frá tí túrinum, kunnu síggjast her https://photos.google.com/…/AF1QipM2mpo-0nK5Qflw-eHu24mo1JG…

Otto setti seg síðan í samband við Tvøroyrar kommunu, ið so tók upp samband við Arktisk Kommando, fyri at vita um tað var ein møguleiki at fáa hjálp frá tyrlu teirra. Danska Sjóverjan var sera jalig frá byrjan av og tað var skjótt at Otto og flogskiparin høvdu fingið lagt eina ætlan, fyri hvussu alt skuldi ganga fyri seg. Í vikuskiftinum vóru Otto og onnur niðri í Trongisvágsbotni aftur, fyri at tryggja sær at alt enn lá har og var í sekkunum.

Í gjár, týsdagin 22. september kl. 09:45, hevjaði so Seahawk-tyrlan seg av dekkinum av HDMS Hvidbjørnin og setti kósina móti Trongisvágsbotni. Kl. 10:15 var hon á staðnum, har Otto og sonurin Bartal tóku ímóti. Ætlanin hjá sjóverjuni var at lenda við tyrluni, men mett varð, at undirlendið var ov bleytt og óslætt, tí vórðu tveir mans í staðin loraðir niður at hjálpa til.

Upprunaætlanin var at flúgva ruskið til Trongisvágs, men flogskiparin metti at sýnið var ov vánaligt í gjáramorgun. Ruskið bleiv tískil, í tveimum umførum, flutt til Fámjins. Otto hevði tosað við borgarstjóran í Fámjin, Jóanis Lisberg, og tryggjað sær at hesin møguleikin var tøkur, skuldi líkindini verið ov vánalig til at flúgva til Trongisvágs. Avtalað var eisini gjørd við IRF í Trøllavík, um at fáa ruskið flutt úr Fámjin til Trøllavíkar.

Alt í alt eitt sera gott og væleydnað átak. Otto vil takka fyri fantastiska vælviljan frá Arktisk Kommando, fyri vælvilja frá Fámjins- og Tvøroyrar kommunum, IRF og teimum mongu, sjálvbodnu hjálparfólkunum.

Tvøroyrar kommuna vil eisini at takka Otto fyri hansara einastandandi stóra part í arbeiðinum at varðveita og fríðka um ein av okkara náttúruvakrastu blettum. Somuleiðis vilja vit takka Arktisk Kommando, Fámjins kommunu, IRF og øllum teimum sjálvbodnu, fyri teirra stóra íkast í átakinum.

tvoroyri.fo har fleiri myndir liggja.
 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi