Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jóannes Hansen hugleiðir "Fiskaaling 50 ár"

Innanlands | 23/09-2020 18:30

Seinnapartin vóru vit í Norðurlandahúsinum. 
Høvið var, at Fiskaaling á 50 ára stovningardegnum gav bók út. Úrmælingurin Helgi Jacobsen hevur skrivað, og heitið er Úr eyga til varandi aling.
Óføra Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, bjóðaði væl komið og Helgi Jacobsen greiddi frá um bókina. Bøkurnar sparla úr Helga. Fyri einum ári síðani skrivaði hann bókina um Norðoya Sparikassa, í dag varð bókin um Fiskaaling løgd fram, og tað sigst, at søgan um Runavíkar kommunu verður løgd fram fyri jól. Ófatuliga arbeiðssamur er Helgi, og tað er stór dygd í tí, sum hann letur úr hondum.

Aðrir, sum hava havt við Fiskaaling at gera, bóru heilsu fram, og tað var áhugavert at sita undir, tá ið Edmund Joensen, sum var við mest sum frá startinum, greiddi frá, og so hoyrdu vit Atla Gregersen, Regin Jacobsen og Hans Jákup Mikkelsen, sum allir hava arbeitt hjá Fiskaaling ella hava samstarvað við Fiskaaling og eiga stóran lut í veldugu menningini, sum alingin hevur verið í og framvegis er í, nú hon eigur helmingin av útflutningsvirðinum hjá okkum. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, bar eisini heilsu fram. Hennara arbeiðspláss og Fiskaaling samstarva heilt nógv.

Bókin er ognað minninum eftir Júst í Túni (1919 – 1995) og Andrias Reinert (1934 – 2019). Tað verður sagt, at teir við sínum serliga eldhugi og ágrýtni løgdu lunnar undir eitt meiri framtíðartryggjað vælferðarsamfelag, sum er grundað á fleiri vinnutættir. Fiskaaling vil við hesum takka fyri tað fyrimyndarliga verk, sum teir báðir útintu øll hesi árini fyri føroyska aling. Tað er ein dyggur íblástur fyri framtíðarvirksemið hjá felagnum at vita, at vit byggja á arbeiðið hjá Jústi og Andriasi, stendur fremst í bókini.

Undir hátíðarhaldinum var ein felagssangur

Tit, sum í fjøru fóru
at skera tara har,
og taraleypin bóru
langt inn um hagagarð.
Tit, sum við haka gingu
um mýru, eyr og sand
og korn at næla fingu,
tit bygdu hetta land.

Yrkingin hjá H. A. Djurhuus er beinrakin og lýsir stríð og knoss, sum okkara forfedrar høvdu, og í yvirførdum týdningi hóskar hon væl til tað stríð og strev, teir høvdu, sum gingu undan og slóðaðu fyri og ósjálvsøknir livdu og andaðu fyri tí, sum seinni vísti seg at verða til tað, sum teir vóru sannførdir um, at alingin kundi verða.

Sanna og hennara systkin vita um, at tað var 24 tímar um samdøgrið og 365 dagar um árið, at alingin fylti hugan og virkið hjá pápanum og elsta soninum Andriasi í Túni, og tað er heilt víst, at tey hjá Andriasi Reinert vátta, at soleiðis var tað.

Men akkurát í dag kendist valið av hesum sanginum serliga beinrakið, tí vit mundu øll hugsa um Andrias Reinert, sum við síni fínu rødd plagdi at syngja henda sangin í kvøðuljómunum, og tíbetur kemur tað framvegis fyri, at hann er at hoyra.

At lívið snýr seg um relatiónir varð aftur staðfest í dag.
Eftir framløguna vórðu vit øll bjóðað til ein drekkamunn og køkubita, og so signeraði Helgi bøkur til okkum øll.
Á myndini her síggjast saman við Sannu, Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, Tóra Reinert, einkjan eftir Andrias Reinert, og dóttir hennara Píl Reinert. Hon varð fødd tann dagin í 1974, tá ið Andrias Reinert fylti 40 ár.
Tóra hevur ikki gjørt nógv burtur úr sær sjálvari, men frá øðrum veit eg, at hon eisini í alingini átti sín stóra lut. Í fyrstani kom tað fyri, at tað varð fóðrað heima hjá Andriasi. Men mundi tað bara vera Andrias, sum fóðraði? Hann var upptikin av alingini og øðrum arbeiði á Fiskivinnustovuni/Fiskirannsóknarstovuni, og so var tað Tóra, sum umframt seyðin, dunnurnar, gæsnar og hin fenaðin – og ravnin – eisini fóðraði tað smáa, sum svam í kørunum.
Og so aftur til relatiónirnar. Sanna er mostur Jóhonnu, sum er dóttir Almu, elstu systir Sannu.
Og mín sann um tað ikki eisini er ein relatión til hinar báðar á myndini. Píl og Palli búgva í barnaheiminum hjá Píl uppi á Villingardalsvegnum, har Tóra eisini býr. Palli er miðlingur hjá Frígerð og Hanusi bróður, og harvið er Tóra vermamma Palla, sum eitur eftir abba sínum Palla hjá Mariannu.
So var knúturin knýttur millum tær fýra á myndini.
Áhugavert er tað, at núverandi stjórin í Fiskaaling, Jóhanna Lava Køtlum, er elsta abbabarn fyrsta stjóran, Júst í Túni, sum fyri 50 árum síðani varð stovnari av Fiskaaling saman við tí almenna, eftir at hann og hansara frumborni, Andrias í Túni, seinna partin av sekstiárunum høvdu knossast við at fáa alingina at stetla fyrstu fetini á leiðini ímóti tí skarvslopi, sum vinnan seinni tók fram ímóti tí heimskendu vinnu, sum føroyska alingin nú er.
Tá ið Júst legði frá sær sum stjóri, tók Andrias Reinert við, og hann var stjóri í Fiskaaling í 21 ár.
Sum tað stendur hjá Zakariasi profeti: Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum. Zak. 4,10.
At Fiskaaling á 50 ára degnum gav bók út og valdi at ogna hana minninum um teir báðar, sum gingu undan og vóru fyrsti og annar stjóri í felagnum, tænir Fiskaaling til miklan heiður.
Hjartaliga til lukku við 50 ára degnum Fiskaaling og øll tit, sum starvast í felagnum, sum nú er vitanar- og granskingardepil.
Takk fyri í dag og blíðan byr verður ynskt tykkum øllum.

Soleiðis skrivar Jóannes Hansen á sínum face-book vanga.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi