Tá eygnarørslur avdúka lesitrupulleikar
EyeJustRead er nýggj slóðbrótandi tøkni, har tú skrásetur eygnarørslur og røddina á lesaranum.
EyeJustRead hevði saman við Lis Pøhler, ið er lesivegleiðari, ein bás á Danmarks Læringsfestival 2020, sum var fyrstu viku í mars í ár. Í 2017 vunnu tey virðislønina Danish Design Award fyri forritið EyeJustRead. Nógv úr skúlaverkinum í Føroyum vóru við á festivalinum.
Eyetracking er ein nýggj tøkni, har tú skrásetur eygnarørslur og røddina á lesaranum. Við hesi tøkni kanst tú koma nærri at lesiháttinum hjá lesaranum. Fyri at kunna gera hetta, verður eitt forrit lagt á telduna, og ein lítil skannari verður settur fastur niðast á skíggjanum. Á henda hátt verður skrásett, hvar lesarin hyggur, tá hann lesur ein tekst. Tá upptøkan er gjørd, kanst tú spæla upptøkuna. Har sært tú tekstin og hoyrir, meðan lisið verður. Jú longri tú steðgar við eitt orð, jú størri rundingur sæst á orðinum, sum tú ivast í.Vi s støtte.
Les meira á skulabladid.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur