Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ráðgevingin til børn við avbjóðingum má fáa betur karmar

Innanlands, Tíðindaskriv | 24/09-2020 11:00

Mánadagin vórðu umboð fyri fleiri áhugabólkar og Sernám aftur á fundi á Mentamálaráðnum, har ráðgevingin frá Sernámi var á skrá. Seinastu trý árini hevur stovnurin verið undir umskipan. Hetta hevur ávirkað arbeiðið á stovninum nógv, og hevur ført til stúran hjá fleiri foreldrum, og ikki uttan orsøk. Í onkrum føri hava børn mist sína ráðgeving heilt, ímeðan nøkur hava fingið hana aftur eftir nakað av stríði. Stjórin greiddi á fundinum frá, at Sernám nú virkar í tveimum skipanum - eini generellari toymisskipan, og eini skipan við servitan. Toymisskipanin hevur til endamáls at røkka øllum børnum við avbjóðingum, og annaðhvørt ráðgeva tey út úr skipanini, ella seta á stovn eitt átak. Børnini verða umrødd á regluligum sernámsfundum á stovnum og skúlum, har ‘stúranir’ um børnini verða umrødd, og ‘átaksætlanir’ gjørdar. Um ein avbjóðing ikki fæst á beint innanfyri vanligu karmarnar hjá barninum, fer barnið víðari til serskipanina. Her skulu starvsfólk við størri servitan innan ymisk øki lofta avbjóðingini.

Avbjóðingin er, at tað eru somu starvsfók, ið manna báar skipanirnar. Ráðgevar hava sína primeru arbeiðsuppgávu í einum økistoymi, og virka í einum ávísum geografiskum øki. Nakrir (ella allir?) ráðgevar kunnu harafturat starvast ein lítlan part av tíðini í serskipanini, sum virkar landsdekkandi.

Fyri tey børnini og ungu, ið hava stórar avbjóðingar, er hetta ikki nøktandi. Vit síggja, at ráðgevingin ikki røkkur teimum. Servitanin eigur eftir okkara tykki at fáa nógv hægri raðfesting, og má liggja í nógv tryggari legu á stovninum. Brúkarin má vita, hvør tænastan frá stovninum er, og hetta kann ikki vera tengt at áhuga og yvirskotsorku í økistoymunum. Skipanin av stovninum er ikki liðug, og leiðslan viðgongur, at nøkur ting skulu gerast betur.

Tann ‘tunga’ serfrøðin eigur at verða miðsavna
Landsstýrismaðurin segði á fundinum, at tey nú fóru undir at hyggja eftir, hvørjar uppgávur hoyra undir Sernám. Hetta ljóðar skilagott, tí í løtuni tykist tað, sum at fleiri yvirlappandi ráðgevandi funktiónir eru á stovnum og skúlum. Tær størru kommunurnar í landinum hava námsfrøðilig ráðgevaratoymi, sum veita starvsfólkum á dagstovnaøkinum ráðgeving í fakligum spurningum. Teir størru skúlarnir hava førleikastovur, har serliga ílætnir lærarar veita ráðgeving í mun til avbjóðingar á skúlunum. Og á Almannaverkinum eru autismuráðgevar, sum ráðgeva foreldrum at børnum, sum hava autismu. Og røkkur hjálpin frá hesum ymisku ráðgevandi funktiónunum ikki, so er tað landsdekkandi stovnurin Sernám, sum skal veita ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti.

Føroyar eru eitt lítið land, og børnini, ið hava stórar avbjóðingar, eru spjadd um alt landið. Tað er sera gleðiligt, at ráðgevingin rundan um børnini er styrkt í nærumhvørvinum, men tað er neyvan realistiskt, at hvør kommuna, stovnur ella skúli skal hava sínar egnu serfrøðingar innan øll sernámsfrøðilig viðurskifti. Her mugu tey hava ein stovn at venda sær til, har tann ‘tunga’ serfrøðin er miðsavnað.

Ráðgevingin innan samskifti er ikki nøktandi
Sernám veitir ráðgeving innan fakøkini ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sjón og talu. Tað er møguligt, at leisturin við deildari arbeiðstíð riggar innan onkur økir, men tað, sum vit hava sæð í seinastuni er, at ráðgevingin til børn, ið hava samskiftisavbjóðingar ikki riggar. Foreldur hava gjørt vart við hetta fleiri ferðir, og Javni hevur gjørt vart við, at hetta økið má fáa nógv hægri raðfesting.

Samskifti er ein ómetaligur týdningarmikil partur av allari menning hjá einum barni. Børn við samskiftisavbjóðingum eiga at koma í samband við ráðgevingina so skjótt sum ein avbjóðing er staðfest. Øll gransking innan hetta økið vísir á týdningin av at byrja tíðliga. Í løtuni er hesin parturin langt frá nøktandi. Er barnið ikki á stovni ella skúla slepst næstan ikki framat ráðgeving frá Sernám. Men heldur ikki, tá barnið er sloppið framat, er hjálpin nøktandi.

Spurnarkanning
Fyri at fáa eina eitt sindur greiðari mynd av trupuleikanum gjørdi Javni fyri einum mánaða síðan eina spurnarkanning millum foreldur, ið hava børn, ið hava avbjóðingar við samskiftinum. 40 foreldur at børnum í aldrinum 0-18 ár luttóku í kanningini. Børnini hava ymiskar diagnosur, men felags er, at teimum tørvar hjálp og ráðgeving við samskiftinum.

Tey flestu (32) av teimum spurdu vænta, at barnið hevur varandi tørv á samskiftisráðgeving. Vit spurdu í kanningini, hvaðani tey í høvuðsheitinum fáa ráðgeving innan samskifti, og her svarar helvtin (19) at ráðgevingin er frá Sernámi, 13 frá dagstovni/skúla (umvegis Sernám?), 2 frá Almannaverkinum, og 11 fáa als onga ráðgeving (nøkur fáa ráðgeving frá meira enn einum stovni). Nøkur siga, at tey fáa ráðgeving frá øðrum foreldrum, úr útlandinum, ella frá privatum felag. Spurd, um tey halda, at samskiftisráðgevingin er nøktandi í mun til tørvin, siga tey flestu (27), at tað er hon ikki, 9 siga, at ráðgevingin er nøktandi, og 3 vita ikki.

Foreldrini sakna, at barnið verður neyvari fylgt í mun til samskifti, tey fáa ov lítla kunning um, hvørji samskiftisamboð finnast, skeið fyri avvarandi vænta, og tað er ov lítið av hóskandi undirvísingartilfari. Eisini siga fleiri, at arbeiði við málmenningini átti at byrja, tá barnið var lítið, og at avvarandi áttu at verið tikin meira við í arbeiðið at stimbra samskifti.

Umframt at tølini tosa fyri seg, so skriva foreldrini fleiri viðmerkingar, ið eru ógvuliga sigandi um støðuna. Henda viðmerking frá einum foreldri tekur væl samanum:

“Ynskiligt hevði verið, at tað varð tikið eitt ordiligt tak um barnið, beinanvegin. Og at foreldrini ikki einsamøll standa við ábyrgdini. Eingin hevur nakrantíð nevnt t.d. Karlstad fyri okkum, men vit hava sjálvi skula komi við ymiskum ynskjum. Men vit føla ikki, at nakar heldur seg eiga ábyrgdina av at hjálpa barninum og familjuni. Sum familja er man ofta øgiliga sperdur frammanundan, so tað kann tykjast tungt at eingin fakbólkur rættir eina hond og veruliga ynskir at hjálpa at menna málsligu førleikarnar hjá barninum. Hugsi, at bæði Sernám, psyk., skúli og AV dumpa á hesum økinum.”

Landsstýrismaðurin lovaði, at tey fóru at arbeiða móti eini loysn, har øll verða nøgd. Børn, ið bera brek, hava júst sama rætt sum onnur at luttaka í samfelagnum, og tey mugu fáa neyðugu hjálpina, skal tað eydnast. Hetta er staðfest millum annað í Barnarættindasáttmálanum og ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Føroyar hava tikið undir við báðum sáttmálunum.

Tað skeivar javni.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi