Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

VIDEO: HANDAN KAMPIN VINNUR BILL MÓTI JOHAN

Innanlands, Sjónband | 24/09-2020 16:30

Hetta er ikki óvæntað. Tað, sum er óvæntað er, at Miðflokkurin fór uppí samgonguna, uttan at fáa sítt hjartamál ígjøgnum: Nevniliga at samkynd skuldu missa rættin av giftast.

Í dag, eitt gott ár eftir at samgongan var skipað, kom fyrsta hóttanin um samgonguslit. 

Johan Dahl sigur, at hann fer at atkvøða fyri einum møguligum uppskoti um at javnseta samkynd hjún við onnur. Og Bill Justinussen svarar, at ger hann tað, er eingin samgonga.

Hetta er ikki óvæntað. Tað, sum er óvæntað er, at Miðflokkurin fór uppí samgonguna, uttan at fáa sítt hjartamál ígjøgnum: Nevniliga at samkynd skuldu missa rættin av giftast. Í hesum videobrotinum, lagt út beint fyri valið, vísti eg á, hví tað væl kundi henda.

Tað hendi ikki, tí nøkur frísinnað fólk blivu hóast alt vald fyri Sambands- og Fólkaflokkin.

Hinvegin fekk Miðflokkurin nógv afturfyri at slaka í tí málinum, sum hesin flokkur er heilt besettur av. Hann fekk jú allan virðispolitikkin, sum hann er: Skúlamál, mentamál og uttanríkismál. Jenis av Rana gjørdist maðurin, sum meira enn nakar annar skuldi umboða føroysk virði hesi fýra árini. Ikki so galið, tá mann bara hevur stuðul frá einum lítlum brotparti av veljarunum.

Men hóast hann hevur fingið so nógv, er tað óhugsandi, at Miðflokkurin slakar fyri Johan Dahl og nøkrum fáum øðrum frísinnaðum fólkum í samgonguni.

Miðfloksins stevnumið eru jú meira víðgongd, enn hjá nøkrum øðrum stjórnarberandi flokki í Vestureuropa. Og flokkurin, sum einaferð helt, at Gud kundi fara at drepa allar føroyingar, tí ein løgmaður helt eina talu fyri nøkrum samkyndum fólkum (sí videobrot), fer aldrin at góðtaka at tað verður ”slakað” meira.

At tað gongur út yvir nakrar familjur og nøkur børn, hevur lítlan týdning í teirri stóru myndini.

Hetta betýðir eitt sindur fyri nøkur fá liberal í samgonguni, men tað betýðir ALT fyri Miðflokkin. Tí vinnur Bill handan kampin.

Tað skrivar Sjúrður Skaale á facebook- vanga sínum


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi