Fráboðan og neyðarróp
Vit eru í dýrastu neyð og noyðast tí enn einaferð at senda út neyðarróp um hjálp. Vit, borgarar í Edmundstrøð verða døgnið runt útsett fyri ekstremum larmi og vit orka ikki meira. Fleiri eru so tunt slitin, at tey orka ikki at vera við hús og eru tí flutt av húsinum.
Klaksvíkar kommuna læt gera ljóðmátingar, sum vísa, at larmurin 17 dB omanfyri markvirðið í londunum, sum vit samanbera okkum við, og sum WHO ávarar um at vera skaðiligt fyri heilsuna. Á heimasíðuni hjá WHO stendur millum annað soleiðis: "Excessive noise seriously harms human health and interferes with people’s daily activities at school, at work, at home and during leisure time. It can disturb sleep, cause cardiovascular and psychophysiological effects, reduce performance and provoke annoyance responses and changes in social behaviour."
Vit eru undir støðugum skaðiligum larmi og hevur kommunan sjálv latið tað skjalprógvað, men hóast tað so liggja framvegis fýra skip har, harav trý larma ógvuliga illa.
Vit hava seinastu mánaðirnar sæð nógv til fútan, tí hann er við til at geva okkum nøkur boð, sum skulu verja okkara heilsu.
Hvør verjir meg, mín mann, dóttir mína, hennara børn og mínar grannar?
Tað kann ikki passa, at eingin lóg kann fyribyrgja, at fólk verða útsett fyri so skaðiligum larmi í so langa tíð. Í trý ár hava vit bønað og biðið um hjálp, men vit fáa onga hjálp.
Vit orka ikki meira. Hjálp!
Rúna Sivertsen
Havnin í Ánunum - mátingar av óljóði 27 juli 2020 og útrokningar.pdf
Opin áheitan til býráðslimirnar í Klaksvík 23.07.2020 (1).pdf
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











