Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Buldraligt ár hjá skotska Sjálvstýrisflokkinum (SNP)

Andøvsløtan | 27/09-2020 12:00
Nicola Sturgeon

Skotski Tjóðskaparflokkurin (SNP) hevur rullað í tungum sjógvi í ár. Nicola Sturgeon, floksleiðari og 1. ráðharri, hevur helst sovið illa leingi, hóast flokkur hennara er nógv hin størsti í Skotska Tjóðartinginum í Holyrood, Edinburgh.

SNP hevur 61 MSPs, Konservativi 31, Labour 23, Grønu 6, Liberalu 5, so Sturgeon hevur ikki havt tað trupult politiskt, við nærum dupult so stórum stjórnarflokki sum næsti flokkur, Cons 31 og Labour við bert 23 tingsessum. Andstøðan, Cons. og Labour kunnu ikki samstarva, og Labour stuðlar SNP.

Men fv. form. hjá SNP og í fleiri ár First Minister áðrenn Sturgeon, hevur leingi bóltað runt í einum stórum rættarmáli. Alex Salmond (66) mátti lata politikkin hvíla og verja seg fyri tí skalvalopi av ákærum, ið rakti hann, tá ið ikki færri enn 12 kvinnur skuldsettu Salmond fyri at vera naskur við tær, meðan hann var skotskur ‘First Minister’. Alt Skotland helt andanum í fleiri mánaðir.

Dómur skuldi falla í gessamálinum móti Salmond mitt í mars. Í februar rakti so annað skalvalopið SNP og Sturgeon, tá ið bert 42 gamli fíggjarmálaráðharrin hjá SNP-stjórnini, Derek Mackay, og ikki óhugsandi næsti floksleiðari eftir Sturgeon, fekk politivitjan í sera ótespiligum máli fyri framsóknan politikara.

Hesin mikið snøggi Mackay varð ákærdur fyri at hava sent einum bert 16 ára gomlum dreingi 270 ólíklig tekstboð og innbjóðing til móttøku í Holyrood. Hann legði frá sær og fór undir rættarmál um ólógligt samskifti við ómynding.

Skotar eru annars vanir við eitt sindur av hvørjum í politikki. Fv. forkvinnan í skotska Cons. flokkinum, Ruth Davidson, legði frá sær undan seinasta vali í 2016, tí hon tá 36 ára gomul, vildi brúka tíð og orku til nýggja familju. Henda rundleidda, fitta konan hevur síðan fingið fyrsta barnið saman við Jen Wilson.

Hvussu tær báðar hava baksað seg til eitt barn, er ikki so áhugavert, sum tað at skotsk konservativ valdu hana av heilum hugi. Sig so, at konservativ eru ill við samkynd (ella svørt fyri alt tað), so leingi hesi liggja politiskt til høgru.

Í mars dømdi rætturin hin kvinnukæra Alex Salmond ‘not proven guilty’. Hann slapp undan at liggja politiskt lík undir ‘me too’ skalvinum, ið hótti hann.

Nicola Sturgeon kann turka sveittan av pannuni um rumblið frá aðrari gøluni í flokkinum farna árið. Salmond er helst ov gamal til at vera saknaður.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi