Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Somalar langt fremstir ímillum brotsmenn í Danmark

Andøvsløtan | 27/09-2020 19:00

Farnu árini er talið á eftirlýstum brotsmonnum av somalskum uppruna stútt hækkað, og sama er við talinum á revsidømdum somalum. Eisini eru somalar treystastir og drúgvastir móttakarar av danskari almannahjálp. (Korte avis).

Í 2000 vórðu íalt 484 somalar funnir sekir í brotum á revsilógirnar. Í 2018 vórðu 1.489 somalar dømdir fyri brot á somu lógir. Við túsundáraskiftið búðu 8.192 somalar í Danmark í brotsmannaaldri, 15-79 ár, t.e. 0,2% av dønum. Men somalar áttu 0,4% av øllum brotsdómum2-falt so nógv sum eftir fólkatali.

I 2018 var talið á somalum í 15-79 ára aldri nærum tvífaldað til 15.123, t.e. 0,3% av danska fólkatalinum, men nú áttu somalar 1,0% av øllum brotsverkum, t.e. 3 ferðir fleiri, enn teirra lutfall av íbúgvum Danmarkar.

Í nevnda tíðarskeiði 2000-2018 eru íalt 123 somalar dømdir fyri neyðtøku. So eru 2.067 dómar fyri harðskap og 3.748 dómar fyri brot á drøgglógirnar.

Ikki bert somalar, men eisini aðrir ikki-vestlendskir (nógv flestir muslimskir) tilflytarar eru brotsliga yvirumboðaðir.

Í 2018 vóru 8,6% av donskum statsborgarum ikki-vesturlendskir tilflytarar. Hesir (flestir muslimar) áttu 17,2% av øllum revsidómum, sum er 2 ferðir fleiri brotsverk, enn teir telja sum lutfall av øllum dønum.

Alt politiskt tos um at vísa ikki-vesturlendskum brotsmonnum við dómi úr Danmark verður verandi tos, so leingi meiriluti á Fólkatingi heldur fram at geva hesum brotsmonnum og brotskvinnum danskan borgararætt, skrivar danska Den korte avis.

Javnaðarkvinnan Mette Frederiksen, forsætisráðaharri, førdi hesi brotsmanna hagtøl fram á Fólkatingi í fyrru viku og hevði hug at fílast inn á muslimskar brotsmenn í Danmark. Tað er ikki hent fyrr fá sosialdemokratiskum leiðara.

Sama hendi í svenska Ríkisdegnum, har Stefan Løfven, forsætisráðharri, loysti posabandið og ilskaðist inn í brotsligar tilflytarar og harmaðist, at svenski samanrenningarpolitikkurin var miseydnaður, tí muslimar liva og látast í avbyrgdum parallellsamfeløgum við trantinum í sosialkøssum.

Løgið, at sosialistar og teirra borgarligu samseku nú tveita gekkaskortarnar, eftir at teir í ára-10 hava spilt tey út, ið royndu at mótmæla stóru tilflytingini.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi