Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvat gera vit við miðbýin á Tvøroyri ??

Innanlands | 27/09-2020 22:05

Nú um dagarnar hoyrdu vit at býráðið í Runavík, Toftum og arðastaðni eisini eru farin at gera eina ætlan um hvar miðbýurin skal verða og hvussu har skal siggja út. Sama er á nógvum øðrum plássum. Tað eru flestu størru plássini sum ikki hava eitt náttúrligt sentrum.

Plássini norðanfjørðs koma at brúka nógvar pengar til hesar ætlanir og so er tað ikki vist at tað eydnast tí hetta skal koma náttúrliga. Trivnaður kann ikki ristast niður úr ermuni.

Seinasta nýggja er at nú fara skilamenn at gera veldigar íløgur á Skálafjørðinum til at savna virksemini uttanfyri bygd økir, fyri at skilja ímillum har stór ídnaðarøkir eru og har fólk búðleikast. Hetta er tíbetur ein nýhugsan, tí alt ov lítið hava vit givið tí gætur sum er at skilja ímillum stórídna og sethúsaøkir.

Hvar sentrum á Tvøroyri er, er ikki nakað vit ivast í. Tað er øki rundan um Forminnissavnið sum er sentrum, og tá okkurt hátíðarhald, jólahald ella annað, er tað har rundan um vit savnast. Sostatt sleppa vit undan at biðja um hjálp og brúka pengar til at definera miðbýin, hann er har frá tí fyrstu fólkini komu at búgva her.

Tí er tað stórt spell at vit ikki eru komin har til at gera økið til tað sum tað eigur at vera, eitt savningarstað hjá okkum øllum og sum vit eisini eru glað fyri og trívast í.

Ì Havnini síggja vit at øll Òlavsøkan nú er enda niðri í vágsbotni – hví er tað? Svarið er sera einfalt, fólk savnast har tey trívast og eru saman við vinfólki og kenningum og tað gera tey í Vágsbotni- tað er sjón fyri søgn.

À Tvøroyri kunnu vit gera okkara lokala Vágsbotn í tí sum er eftir av keihylinum. Er tíðin ikki komin hartil at vit taka eina avgerð um hvat vit ætla við økinum. Tað kann ikki passa at vit bara lata økið liggja sum eina skomm, og venda blinda eyga til tá vit koma framvið. Ì mínari verð er ongin yvi, hetta kann blíva ein perla uttan tær stóru útreiðslur. Alt er har, tað skal bara gerast liðugt sum ætlanin var upprunaliga.

Eg skrivaði nøkur orð um keiøkið í januar, og eri onki klókari enn, og eri stúrin fyri at vit fara at hava hatta “opna sárið” í miðbýnum langt inní framtíðina og tað avspeglar atgerðarloysi.

Tá ongin tykist at gera nakað við hetta, kann eitt uppskot vera at lata ein bólk av borgarum sum hava áhuga í miðbýnum taka sær av málinum. Tað eru fleiri sum hava víst áhuga.

Hetta bræv er ikki meint sum nakað neiligt, vit búgva í eini komunu sum hevur brúkt nógvan pening uppá at betra um hjá okkum, júst nú er Føroya størsti barnagarður tikin í brúk hann nøktar allan tørv langt inní framtíðina. Nýtt vatnreinsiverk er eisini komið í drift og eftir íbúgvaratalinum er hetta helst tað størsta í Føroyum. Eftirskúli er staðfestur og fleiri bygningar keyptir. Dugi at ímynda mær at alt hetta hevur kostað veldigar upphæddir sum eru neyðugar sum grundsúlur í einum nýmótans samfelag.

Jú her er gott at búgva, men vit hava ofta lindið til at fokusera uppá tað negativa og tað hoyra tey ungu.

Ìstaðin fyri at illskast kunnu vit taka í egnan barm og byrja at hyggja inní okkum sjálvi og gera hetta plássið til eitt stað sum øll vilja búgva í og ikki minst: at draga eina línu øll í senn...........

Sundurlindið er drepandi fyri eitt og hvørt samfelag, tað sýgur mergin úr okkum øllum og ávirkar tey vit eru saman við. Lat okkum virka fyri Tvøroyri og gloyma at illneitast í bólkum.

Tað stendur so vakurt í einum sangi:

Sáa blómur og akurin grør, sáa illgras og illgrasið grør

tað tú sáar minst til tað, skalt tú heysta skjótt ein dag

so sáa føðsluríkt fræ
 
Um heystjavndøgur 2020

Viberg Sørensen


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi