Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fyrrverandi útvarpsvertur ætlar sær í býráðið

Politikkur | 28/09-2020 02:00

Tann 10. november 2020 verður kommunuval í Føroyum, og í fleiri kommunum er valstríðið so spakuliga við at koma í gongd. Ein av teimum, ið ætlar sær at blíva valdur, er Tóri Højgaard.

Tann 31. august 2020 var uppstillingarfundur hildin hjá lista A í Runavíkar kommunu. Bert 4 av sitandi býráðslimum valdu at stilla upp aftur, og tí vóru fleiri nýggj nøvn á listanum. Eitt navn, ið er nýtt í kommunalpolitiskum høpi – men ikki heilt ókent kortini – er Tóri Højgaard.

Fleiri kenna helst Tóra frá sendingunum, ið hann hevur havt á R7 – eitt nú ”Eyssan” og ”Morgun á R7” saman við Hansu Hansen og Helga Abrahamsen, og so væl umtóktu kjaksendingina ”Tvístøða”, har eitt panel av skilagóðum fólkum viðgjørdu lívsins stóru og smáu spurningar. Harumframt hevur hann eisini javnan verið í ymsum miðlum og greinað og viðmerkt amerikanskan politik.

Eftir loknan lestur í Danmark fluttu Tóri og familjan til Rituvíkar í 2015, har tey hava búð síðani.

”Foreldrini hjá mær eru bæði úr Rituvík, so hóast eg ikki havi búð nakað serligt í Rituvík, havi eg altíð verið nógv í Rituvík, serliga sum barn. Tá ið vit fluttu heim, fall tað okkum tí púra náttúrligt at flyta til Rituvíkar, heldur enn til Havnar eins og nógv av teimum, ið vit kenna frá lestrarumhvørvinum, endaðu við at gera.”

Hetta við at ”vinna” tey, ið flyta heim, er nakað, ið Tóri ætlar at arbeiða fyri, um hann verður valdur.

”Eg skilji væl, at nógv, ið flyta heim eftir loknan lestur, flyta til Havnar. Tað er jú soleiðis, at nógv av teimum størvunum ið krevja langar útbúgvingar, eru í høvuðsstaðnum. Men tá Eysturoyartunnilin letur upp, fer landafrøðin at missa týdningin – um man eitt nú arbeiður mitt í Havnini, so verður tað minni munurin at ferðast til arbeiðis, um man býr í Rituvík ella langt uppi í Hoyvíkshaganum.

Tá frástøðan verður so lítil, verða tað onnur viðurskifti, ið koma at avgerða, hvar fólk velja at seta búgv; m.a. fíggjarligu umstøðurnar, og um byggilendi er tøkt. Tí er tað umráðandi, at vit serliga geva ungum familjum betri umstøður. Tað kann verða við at lækka skattin, hækka barnafrádráttin, lækka ansingargjaldi o.s.fr. At man í størri mun tillagar ansingartilboðini til skeivar arbeiðstíðir hevði eisini hjálpt. 

Eg haldi eisini, at man í størri mun eigur at gera nýggjar útstykkingar í Rituvík, ið er eitt gott og friðsælt stað hjá børnum at vaksa upp.”

Fyrstu tíðina, eftir at familjan var flutt heim, arbeiddi Tóri á R7, men hevur síðani 2018 arbeitt sum løgfrøðingur í landsfyrisitingini. 

”At starvast í landsfyrisitingini er ikki eitt politiskt starv – vit hava jú ikki politiska fyrisiting í Føroyum. Men tá ið man starvast so tætt uppat politisku skipanini, so sigur tað seg sjálvt, at gerandisdagurin av og á verður ávirkaður av politikki. Um endin verður, at veljarin vísur mær tað álit at velja meg í býráðið, so trúgvi eg, at hesar royndir og mín útbúgving sum løgfrøðingur, kunnu verða ein stórur fyrimunur í býráðsarbeiðinum”.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi