Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ræðandi hvussu einsporað aktivistarnir í KvF viðgera hetta málið

Innanlands, Lesarabrøv | 29/09-2020 10:00

..................sera álvarsamar og viðkomandi spurningar, sum áttu at verið ein sjálvsagdur partur í viðgerðini hjá einum seriøsum kringvarpi. Men tað er Kringvarp Føroya tíverri ikki!

MANNARÆTTUR AT KENNA SÍTT UPPHAV !

Eg má siga, at tað er ræðandi at vera vitni til, hvussu einsporað aktivistarnir í KvF viðgera hetta málið um rættindi hjá børnum, sum vaksa upp hjá tveimum av sama kyni, og sum aktivistarnir sjálvir hava øst upp!

Sjálvur var eg ógvuliga virkin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina – royndi at vera seriøsur og skrivaði nógvar álvarsamar greinar, har fleiri av teimum stóru spurningunum í samband við avleiðingar av at gera hjúnabandið kynsneutralt vórðu viðgjørdir.

Kringvarp Føroya viðgjørdi ongantíð nakrar av hesum spurningunum!

Ein av greinunum, eg skrivaði tá á vári í 2016 er henda, “Mannarættur at kenna sítt upphav”, sum eg haldi setur nakrar sera álvarsamar og viðkomandi spurningar, sum áttu at verið ein sjálvsagdur partur í viðgerðini hjá einum seriøsum kringvarpi. Men tað er Kringvarp Føroya tíverri ikki!

Her er greinin, og hon er líka aktuel enn:

MANNARÆTTUR AT KENNA SÍTT UPPHAV !

Barnarættindasáttmálin hjá ST ásetir, at børn hava rætt til síni egnu foreldur og at fáa umsorgan frá teimum.

Men hesin grundleggjandi spurningurin um rættin hjá børnum til at kenna sítt upphav verður fullkomiliga ignoreraður í øllum kjakinum um broyting í hjúnabandslógini.

Alt gongur út uppá, at vaksin skulu hava síni rættindi og nøkta sín tørv, og tað næsta verður, at lógir skulu setast í gildi - júst sum í Danmark og Noregi - har tvey gift av sama kyni gerast fullgyldug "foreldur" - meðan tann veruligi pápin ella tann veruliga mamman eru útilokað frammanundan.

Tann norska barnalógin sigur, at eitt barn kann ikki hava bæði ein pápa og eina "hjámammu" (medmor, sum tað eitur í Dk og Norra). Um barnið hevur eina "hjámammu", hevur barnið ongan pápa, og hevur tað ein "hjápápa", so hevur tað onga mammu. Staturin hevur gjørt barnið faðirleyst ella móðurleyst. Ikki fyrrenn barnið er 18 ár, kann tað leita í t.d. donor-registreringini og fáa at vita navn og tjóðskap hjá sáðdonorinum.

Men í sambandi við barnið hevur hesin maðurin eingi rættindi og ongar skyldur. Tey eru "for ever" yvirtikin av ”hjámammuni” og hennara slekt. Helvtin av barninum er tikið frá tí: Øll slektin: pápi, omma, abbi, pápabeiggjar, fastrar, systkinabørn o.s.fr., o.s.fr. eru við vilja tikin frá barninum!

Er hetta ikki ein avgerandi spurningur, sum er so sera, sera álvarsamur og neyðugur at lýsa væl og virðiliga?

Samlívs- og hjúnabandskjakið er nógv merkt av orðum sum ”javnstøða”, ”diskriminering” og ”rættindi” – men legg merki til: bara hjá teimum vaksnu!!

Við at nýta somu slagorð, "javnstøða", "diskriminering" og "rættindi" í sambandi við støðuna hjá børnunum, síggja vit, at hesi børnini, sum tilætlað eru faðir- ella móðurleys, verða diskriminerað samanborið við onnur børn. Tey verða ikki javnsett við onnur børn, og tey grundleggjandi rættindini: at kenna bæði sína mammu og sín pápa og fáa umsorgan frá teimum - verða við vilja tikin frá teimum.

Hjúnabandið er pr. definitión ein stovnur fyri mann og kvinnu. Sambandið millum mammu, pápa og barn er einastandandi og púra ólíkt øllum øðrum sambondum.

Børn hava ein viðføddan og grundleggjandi og gudgivnan rætt til sína egnu mammu og sín egna pápa. Mamma og pápi eru einastandandi persónar í lívinum hjá einum barni. Hvørki mamma ella pápi eru óneyðug.

Børn eru ein gáva, ikki rættindi ella ein handilsvøra. Tað kann aldri vera ein rættur hjá vaksnum tilætlað at skaffa sær faðirleys ella móðurleys børn, og tað er ein mentanarlig katastrofa, tá ið sáð og egg, donorar og surrogatmøður á barnamarknaðinum verða javnsett við mammu og pápa.

Sum tíðin fer og upp á sikt fer henda ideologiin at fáa óyvirskoðiligar avleiðingar fyri sýnið upp á menniskjavirði og børn, upp á relatiónir og skyldskap, upp á foreldraskap og hjúnalag.

Tað skrivar Jógvan Á Lakjuni á facebook-vanga sínum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi