KVF: 46 ára gamal maður ákærdur fyri milliónasvik
Ein 46 ára gamal maður er í Føroya Rætti ákærdur fyri svik og skjalafalsan fyri slakar 5,2 milliónir krónur.
Kringvarpið skrivaði soleiðis á heimasíðu síni í gjárkvøldið. Ákærdur fyri milliónasvik. Maðurin var einsamallur um sviki og skjalafalsanina, sigur ákæruvaldið.
Ein 46 ára gamal maður er í Føroya Rætti í dag ákærdur fyri svik og skjalafalsan fyri slakar 5,2 milliónir krónur.
Ákæruvaldið sigur, at maðurin hevur verið einsamallur um at fremja svik og skjalafalsan.
Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava stolið eitt nú dekk til lastbil og saman við einum øðrum at hava stolið akkumulatorar.
Ákæruvaldið fer at krevja mannin dømdan trý ár og seks mánaðar fongsul, sigur Linda Hesselberg, høvuðsákæri.
Hoyr tíðindinum um hetta málið HER
Tað er Sigrún H. Brend, sum er greinskrivari -og innslagnum sum kann hoyrast omanfyri.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur