Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kommunan hevur keypt hesi húsini til nýggja kommunuskrivstovu

Innanlands | 30/09-2020 06:41

Vit fegnast um, at tað eyðnaðist at keypa ognina, tí ognin, sum er góðar 2.200 m2, liggur sera væl fyri í miðstaðarøkinum, og nógvir møguleikar eru fyri at skapa karmar og virksemi av ymiskum slagi.

Sjóvar kommuna keypt ogn í Strandatúni
Sjóvar kommuna merkir væl, at áhugin fyri økinum er øktur munandi tey seinastu árini. Eftirspurningurin eftir grundstykkjum er sera stórur, og fólkatalið veksur. Eisini hevur vinnulívið víst økinum áhuga, og kommunustýrið hevur lagt stóra orku í at víðka karmar og umstøður, soleiðis at tað blívur rúmligari, bæði til búseting og vinnu. Harumframt verður størri og størri dentur lagdur á trivnað og frítíð, og eisini á hesum økinum royna vit eftir førimuni at skapa nøktandi karmar.

Sjóvar kommuna hevur í eina tíð arbeitt við eini miðstaðarætlan, tí vit meta, at tørvurin á einum miðstaði er til staðar. Byrjað verður í smáum, vitandi um at hetta er ein langtíðarætlan, sum allatíðina má vera livandi og javnan verður dagførd og snarað soleiðis sum tíðirnar skifta.

Kommunustýrið metir í hesum sambandi, at ein náttúrligur partur av einum miðstaði, eru hølir til kommunala umsiting. Verandi hølisviðurskifti á Skúlavegi 10 treingja til dagføring, og staðsetingin kundi verið hepnari.

Tá ið ognin, Strandatún 9, varð sett til sølu, mettu vit í kommunustýrinum, at økið var sera hóskiligt til eina nýggja kommunuskrivstovu. Vit avgjørdu skjótt, at vit vildu royna at keypa ognina, og í dag undirskrivaðu vit keypsskjølini.

Vit fegnast um, at tað eyðnaðist at keypa ognina, tí ognin, sum er góðar 2.200 m2, liggur sera væl fyri í miðstaðarøkinum, og nógvir møguleikar eru fyri at skapa karmar og virksemi av ymiskum slagi.

Fyri at fáa júst hesa ognina, bleiv neyðugt at bjóða í almennari sølu, og sambært okkara ráðgeving, hava vit loyvi at bjóða.

Vit hava verið fyri atfinningum í sambandi við eitt uppáhald um, at vit ikki bjóðaðu fyrr enn tíðarfreistin var farin. Vit kunnu upplýsa, at vit hava yvirhildið tíðarfreistir í sambandi við boðgevingina.

Hetta kommunustýrið hevur útvega umleið 60 nýggj grundstykki, og eru øll hjartaliga vælkomin at búseta seg í Sjóvar kommunu.

Tað skrivar sjovar.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi