Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

50 ÁR SUM TÍÐINDAMAÐUR

Innanlands | 01/10-2020 11:51

Í dag, 1. oktober, eru júst fimti ár liðin, Leivur Hansen, sum 19-ára gamal byrjaði lívsleið sína sum journalistur. Hetta var ein gráan og vátan mánadag. Tað skrivar Leivur Hansen á facebook-vanga sínum. Les hansara áhugaverdu hugleiðing.

TÁ HEPNI OG TILVILDIN SPÆLA SAMAN: 50 ÁR SUM JOURNALISTUR
Dagurin í dag er ein merkisdagur í lívi mínum. Í hesum sambandi loyvi eg mær at deila nøkur minnisbrot við vinir mínar her inni. Tey, ið ikki tola at hoyra ein feril av sjálvrósi eina slíka løtu, verða vinarliga biðin um ikki at lesa víðari.....

Í dag, 1. oktober, eru júst fimti ár liðin, síðani undirritaði sum 19-ára gamal byrjaði lívsleið sína sum journalistur.
Hetta var ein gráan og vátan mánadag, ørminnist eg.

Tveir dagar frammanundan bankaði á dyrnar heima hjá okkum á Marknagilsvegi 37. Úti í durunum stóð ein vælbjálvaður, bulmikil maður undir stórum, myrkum hattí. Eg kendist við hann beinanvegin, tí eg hevði havt hann sum lærara í Kommunuskúlanum.

Eg visti eisini, at hann var blaðstjóri á tjóðveldismálgagninum ”14. September” ella ”Fjúrtanda”, sum blaðið eisini varð kallað, og hvørs stavnhald eg longu tá eisini hevði tikið til mín.
Maðurin í durunum var Ólavur Michelsen.
Uttan at siga hví, spurdi hann, um eg kundi gera honum tann beina at koma heim til sín til eitt prát fyrrapartin dagin eftir.

Jú, tað var gamaní, svaraði eg, og ivaðist onga løtu í, at nú fór eg endiliga at fáa eina samsýning fyri sjálvbodnu kappróðrarfrásagnirnar, sum eg hevði sent blaðnum í tvey ár umframt annað, umsett tilfar til ífyllu.
Eg hevði hesi árini – smæðin og lítillátin, sum eg var - ongantíð dittað mær at farið beinleiðis inn á gólvið við handskrivaða tilfarinum, hóast blaðið um hetta mundið helt til í tveimum kjallarum í Dalagøtu, fáar hundrað metrar frá heimi mínum. Ístaðin sendi eg blaðnum alt tilfarið við postinum....

TIKIN Á BÓLI
Tá eg steig inn um dyrnar hjá Ólavi og Katrini á Heiðavegi 14 henda dagin eftir, var fyritaksstjórin í P/F Blaðstarvi, ið gav 14. september út, Zacharias Wang, eisini staddur har.
Hetta styrkti meg bara upp aftur meira í trúnnið um, at nú fór eg helst at fáa ein fittan kekk handaðan.
Men so varð kortini ikki.
Tvørturímóti tóku teir meg fullkomiliga á bóli við at bjóða mær fast starv á blaðnum - og vildu hava meg at byrja beinanvegin!
Hetta var sanniliga dagur í viku í mínum hugaheimi og so nógvar ferðir betur enn at fáa ein kekk við eini avmarkaðari upphædd í hondina.
Líka síðani eg var hálvvaksin - og seinni í realskúlanum var við til at stjórna skúlablaðnum ”Glæmuni” saman við Jan Muller, Rúna Hentze og Eiler Johannesen - hevði eg droymt um at fáa eitt starv sum blaðmaður – og nú var møguleikin brádliga har, sum eitt snarljós úr bláum himli.
Eitt ótrúliga stórt og spennandi tilboð, sum eg sjálvandi takkaði so miriliga fyri og tók av í stundini. Hetta var samstundis byrjanin til spennandi og fjølbroyttu lívsleið mína sum journalistur.

ARBEIDDI SAMAN VIÐ ERLENDI
Umframt at vera blaðmaður, var eg eisini umbrótari øll míni hálvttíggjundu ár á ”14. September”, tvs. upp gjøgnum øll sjeytiárini.
At vera umbrótari merkti, at tú vart við til at seta blaðið upp, klistra greinarnar á ørk, ið svaraðu til blaðstøddina, avfotografera tey og fáa tey yvir á eina aluminiumsplátu, sum prentararnir síðani tóku sær av.
Í 1975 varð eg settur sum blaðstjórnarfulltrúi, ið tá var eitt spildurnýtt starvsheiti í føroyska blaðheiminum. Harvið gjørdist eg høgra hond hjá blaðstjóranum ella varaleiðari, um tú vilt.
Hetta fekk tó onga ávirkan á lønina, ið mundi vera væl lægri enn á hinum bløðunum. Men tað legði eg ikki so nógv í, tí eg treivst sera væl í starvinum.
Eftir at redaktión og prentsmiðja vóru flutt oman á Bryggjubakka í 1973, avloysti Erlendur Patursson eitt skifti Ólav sum blaðstjóri. Hann var eins og Ólavur bæði fryntligur, fyrikomandi og ikki sørt skemtingarsamur.
Sostatt hevði eg hesi árini tann stóra heiður at hava mína dagligu gongd millum tvær av størstu persónmenskunum í søgu Tjóðveldisfloksins.
Hugfarsligir vóru teir báðir í orðum og verki – og tveir frálíkir lærumeistarar!
Tá Ólavur brádliga doyði 1. mai 1978, varð eg settur sum ábyrgdarblaðstjóri, meðan onnur – eitt nú tingfólkini Karin Kjølbro, Heðin M. Klein og Hergeir Nielsen – skiftust um at røkja uppgávuna sum politiskur blaðstjóri.

FRÁ BLAÐMANNI TIL ÚTVARPSMANN
Um hetta mundið komu fleiri ungir, bræneggjaðir menn og kvinnur sum eitt frískligt lot í starv hjá kappingarneytunum og í útvarpinum sum útbúnir journalistar úr Danmark. Teirra millum vóru Sonne Smith, Árni Gregersen, Jan Muller, Jóhann Mortensen og Randi Jacobsen.
Hetta kveikti áhuga mín fyri eisini at fáa mær veruliga útbúgving á hesum øki, og á vári 1980 søkti eg sum 28-ára gamal – við dyggum stuðuli frá konuni - um upptøku á Danmarks Journalisthøjskole í Aarhus. Samstundis segði eg meg úr starvi á 14. September.
Tá eg hevði mín seinasta starvsdag har hálvan mars 1980, visti eg ikki, hvat eg skuldi fara upp til mánadagin eftir.
Henda fríggjadagin kom Jógvan Arge - sum so ofta fyrr - inn á gólvið úr útvarpinum, ið tá eisini helt til á Bryggjubakka, til eitt kaffiprát.
Tá hann var á veg avstað aftur, spurdi hann, hvat ið eg ætlaði mær at fara at takast við, meðan eg bíðaði eftir svari frá Journalistháskúlanum, men tað hevði eg – sum rætt var – als onga hóming av.
Knappliga hoyrdi eg hann spyrja, um eg hevði havt hug at komið at hjálpt teimum í útvarpinum, og tá mundi eg enn einaferð dottið afturav av ovfarni og gleði!
At sleppa framat mikrofonini í útvarpinum hevði eisini altíð verið millum hægstu ynskini hjá mær, so eg tók av, áðrenn hálvttalað orð, og mánamorgunin eftir byrjaði eg so sum útvarpsmaður!
Her kom eg at starvast saman við sonnum legendum sum Liasi í Rættará, Ívari Iversen og teimum báðum ungu spírunum, Johnsigurd Johannesen og Sigmundi Poulsen, umframt teknikarunum Mariusi Rein, Milsoni Zachariassen og Finnboga Johannesen.

TIL AARHUS OG AFTUR Í ÚTVARPIÐ
Nakrar mánaðir seinni kom játtandi svar úr Aarhus, um at eg var komin inn um høgu gáttina á Journalistháskúlanum og skuldi byrja har sum næmingur 1. september. Sostatt var eg í útvarpinum í eitt hálvt ár, áðrenn eg fór niður.
Seinni var eg eisini alla praktikktíðina – hálvtannað ár – har.
Sama dagin, sum eg var liðugur við útbúgvingina í juni 1984 og hevði fingið prógvið í hondina, ringdi útvarpsstjórin Niels Juel Arge sum tann fyrsti til mín at ynskja mær til lukku og bjóðaði mær samstundis fast starv frá 1. juli!
Hetta var og eri eg honum framvegis sera takksamur fyri.
Umframt at vera knýttur at tíðindadeildini, var eg eisini við til at gera sendingar av ymsum slag. Millum annað vóru vit báðir Sigmar Bláberg á sumri í 1986 í Íslandi og gjørdu eina sendirøð um eldri føroyingar, ið búðu har yviri.
Sama árið sendu vit báðir Tróndur Djurhuus meginpartin av einum degi beinleiðis úr Keypmannahavn í sambandi við at Ove Joensen, sáli, endaði drúgvu róðrarferð sína við Dianu Victoriu úr Føroyum til Danmarkar á Longulinju, har hann hálsfevndi havfrúnna ein fagran summardag í august, meðan 15.000 fólk hugdu hugtikin at.
Vikuskiftini í 1985 og 1986, tá eg ikki hevði vakt í útvarpinum, myndaði eg saman við Vagni Michelsen, Finni Helmsdal og Manna Person redaktiónina á mánadagsblaðnum ”Alt um ítrótt”, sum P/f Blaðstarv gav út.
Saman við Vagni Michelsen gav eg hesi bæði árini eisini út ítróttabøkurnar ”Ítróttur 1985” og ”Ítróttur 1986.”

SKELKANDI UPPLIVING
Mest skakandi upplivingina sum útvarpsmaður hevði eg eisini miðskeiðis í áttatiárunum í løgtinginum. Har gjørdist eg saman við tingfólkunum, ið vóru stødd inni í gamla tingsalinum, vitni til eina sera óhugnaliga hending, tá hurðin knappliga brast upp og ein óður maður kom inn í salin.
Hann stevndi beinleiðis ímóti Atla Dam, táverandi løgmanni, sum hevði reist seg úr sessi sínum og var á veg ímóti manninum í eini roynd at sissa hann. Ístaðin fekk hann, tá teir hittust beint frammanfyri røðarapallin, ein knýttan neva frammaná. Síðani tók maðurin til rýmingar, meðan vit øll onnur stóðu ella sótu sum runnin í stein.
Maðurin varð stutt eftir handtikin í Undirhúsinum í Vágsbotni, har hann hevði søkt sær skjól.
Løgmaður kom tíbetur frá hendingini uttan stórvegis mein.
SJÓNVARPIÐ LOKKAÐI OG SEINNI FRÍYRKISLEIÐIN

Eftir at hava starvast í útvarpinum í hálvtfimta ár, fekk eg hug at royna okkurt nýtt. Um sama mundið søkti Sjónvarp Føroya eftir programmeðarbeiðarum, og var eg ein av teimum fýra hepnu umsøkjarunum, ið vórðu settir í starv har 1. februar 1989.
Har starvaðist eg so í tveimum umførum, fyrru ferð til 31. desember 1996 og seinnu ferð frá 2001 til 31. desember 2008.

Í millumbilinum var eg borgarstjóri, eftir eisini at vera farin uppi í kommunupolitikk. Tað var eg samanlagt í 20 ár, frá 1989 til og við 2008. Eisini í hesum arbeiði hevði stórt gagn av journalistisku barlast míni.
Í sjónvarpinum var eg eisini meginpartin av tíðini knýttur at tíðindadeildini. Tó vóru stundir eisini til at gera aðrar sjálvstøðugar sendingar, millum annað bygda-, portrett- og undirhaldssendingar av ymsum slag. Av síðst nevndu kunnu eitt nú nevnast ”Kjørbreyt”, ”Rangt&Rætt”, ”Kennir tú landið?”, ”Borð um borð” og ”Leivssjóð.”
Í 2009 fór eg í starv sum samskiftisleiðari á SEV, har eg var í trý ár. Síðani tá havi eg í høvuðsheitum starvast sum fríyrkisjournalistur m.a. á Dimmaætting, í útvarpinum, Rás 7 og á ymsum tíðarritum, t.d. Vinnulívinum, Atlantic Review, Fyndini o.ø.
Samanumtikið havi eg gjøgnum árini troytt flest allar pallar innan journalistiska økið.

Á RÆTTA STAÐ RØTTU TÍÐ
Fyri hálvumtriðja ári síðani fór eg um pensjónsaldur, men eri tó framvegis virkin sum fríyrkisjournalistur, umenn í minni mun enn fyrr. Stundir skulu jú eisini vera til at njóta lívið saman við tínum kæru umframt at hjúkla um likam og sál, nú vangarnir so smátt eru farnir at grána!

Ein slíkan dag sum í dag kann eg við stórum takksemi líta aftur um bak og fegnast um eitt langt, gott, avbjóðandi og læruríkt tíðarskeið, har hepni og tilvildin - saman við hesum at vera á rætta stað røttu tíð - stundum hava hava havt avgerandi týdning fyri, hvussu lívið hevur lagað seg hesa hálvu øldina.
Hóast eg ongantíð havi dult mína politisku bakgrund, minnist eg meg ongantíð at hava fingið skotið í skógvarnar, at hetta á nakran hátt hevur skinið ígjøgnum tað, sum eg haví avrikað í journalistiska virksemi mínum.
Hetta fegnist eg um, tí slíkt eigur ikki at koma fyri í einum framkomnum, demokratiskum samfelag, og er tað sama, sum at biðja um at fáa durafjórðingin.
Umráðandi er hjá einum og hvørjum rættvorðnum journalisti altíð at hava virðing fyri fakinum og týdningarmikla leiklutinum sum óheftur boðberi.

Tað hevur lesarin, lurtarin og hyggjarin uppiborið.
At enda fari eg at veita øllum tykkum mongu, sum eg onkunsvegna havi samstarvað og samskift við hesi 50 árini, eina hjartans tøkk við ynskjum um alt tað besta í framtíðini.
Gott heyst øll somul!

Tað skrivar Leivur Hansen á facebook-vanga sínum. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi