Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jákup Mikkelsen leikbann í tveir dystir fyri brúk av ólógligum spælara

Innanlands, Ítrottur | 12/05-2017 01:14
Jákup Mikkelsen fingið leikbann og bót | Mynd: íf.fo

Sambært aganevndini hjá FSF setti ÍF-venjarin Ndende Adama Gueye í byrjanaruppstillingina, hóast hann visti, at hesin ikki hevði spæliloyvi.

Jákup Mikkelsen, venjari hjá ÍF, hevur fingið leikbann í tveir dystir, tí hann ‘við vilja og við beráddum huga’ setti Ndende Adama Gueye í uppstillingina móti TB/FCS/Royn í fyrsta umfari í Effodeildini 12. mars, hóast venjarin visti, at spælarin ikki hevði loyvi at spæla.

Hetta hevur við sær, at Jákup Mikkelsen ikki verður á bonkinum næstu tveir dystirnar hjá ÍF móti ávíkavist Víkingi og NSÍ. Harafturat fær venjarin eina bót upp á 1000 krónur.

Ndende Adama Gueye hevur eisini fingið leikbann í ein dyst, fyri at hava leikt í dysti fyri ÍF, uttan at hava neyðugu loyvini.

Tað er niðurstøðan hjá aganevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum móttók kæru um málið 28. mars frá starvsnevndini í FSF.

Aganevndin hevur eisini gjørt av, at ÍF skal tapa dystin 3-0 (dysturin endaði annars 2-1 til TB/FCS/Royn). Liðleiðarin hevur eisini fingið leikbann í ein dyst, fyri at seta leikaran á dómaraseðilin ‘hóast hann visti ella átti at vita’, at spælarin ikki hevði loyvi at spæla.

ÍF hevur eisini fingið eina ávaring, tí felagið ikki megnaði at tryggja, at spælarin ikki kom á dómaraseðilin móti suðuroyingunum.

- At venjarin tilvitað og við beráddum huga gongur ímóti reglunum, sýnir vantandi virðing fyri tí skipan og teimum reglum, sum ÍF við sínum limaskapi í FSF hevur játtað at ganga undir.

- Tann hugburður og atburður, sum venjarin hevur sýnt í hesum máli sýnir hvørki góðan ítróttaranda ella felagsanda og kann verða viðvirkandi til, at fótbólturin ikki vinnur sóma millum manna.

- Hvørki feløg, venjarar ella onnur eiga tilvitað at gera sær dælt av at brúka ólógligar leikarar, tí tað er bæði at halda sítt egna lið og felag, og ikki minst mótstøðuliðið, fyri gjøldur, skrivar aganevndin millum annað í niðurstøðuni, sum kann lesast her.

ÍF kann kæra úrskurðin um, at liðið er dømt at tapa umtalaða dystin 3-0 til yvirkærunevndina, meðan hinar revsingarnar ikki kunnu kærast.


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi