Krúnukrím forðaði Bob Weighton at halda 112 ára føðingardag
Bretin Bob Weighton frætti í februar í ár, at hann tá var elsti maður í heiminum, eftir at fyrri methaldarin, ein japani, var deyður.
Bob Weighton var tá 111 ára gamal. Hann búði fyri seg sjálvan í íbúð síni í Alton, Hampshire. Hann var føddur í Hull í 1908.
Hesin birgi bretin hevur fyri tað mesta livað av at verið lærari. Loynidómurin við at blíva so gamal, sigur Weighton vera, at “mær hevur eydnast at umgingið at doyggja.”
Hann hevur undirvíst í enskum á Taiwan, giftist konu síni Agnes í Hong Kong í 1937 og avkodaði japansk krígsfjarrit í Kanada undir 2. Heimsbardaga.
Fyri nøkrum árum síðan bað hann seg undan at fáa føðingardagskort frá hennara hátign Elizabeth bretadrotning, tí hillapláss treyt í íbúðini.
Tá Bob Weighton o.o. ætlaðu at hátíðarhalda 112 ára føðingardagin hjá hesum heimsins elsta manni, fór hann at gleða seg saman við familjuni.
Men tann gleðin varð stokkut. Hann fekk at vita, at bretsku tiltøkini fyri at avmarka smittuvandan av Corona gjørdu tað óráðiligt at halda føðingardagin.
“Avgerðin hjá myndugleikunum vóru eitt skar í gleðini at kunna hátíðarhalda merkisdagin sum heimsins elsti maður,” segði føðingardagsbarnið við miðlarnar, ið ringdu at ynskja tillukku.
Bob Weighton segði aftaná, hann fekk tó ein hugnaliga dag. Hann tosaði í telefon við nøkur av sínum 3 børnum, við 10 abbabørn og 25 langabbabørn.
Spurdur, um hann iðraði seg um tann avlýsta føðingardagin, svaraði hin nú 112 ára gamli: “Eg havi upplivað 2 heimsbardagar, so at fáa mínar ætlanir broyttar ella avbrotnar, er ikki nakað óvanligt fyri meg.”
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur