Brynleif Hansen til minnis - nógv tey ikki vistu
Seinasta leygardag, 26. september, vóru 50 ár liðin síðani íslendska flogfarið kom illa fyri undir Knúki í Mikinesi, har 8 fólk lótu lív. Ein av teimum átta var stovnarin av Zarepta, Brynleif Hansen, sum var yngstur av teimum, sum umkomust, bert 33 ára gamal.
Brynleif hevði verið í Íslandi, saman við vinmanninum Eyfinni Poulsen, og havt møtir og býtt út evangeliskan lesna, saman við Jógvani Purkhús, sum tá hevði virkað sum trúboðari í Íslandi í 6 ár. Nú vóru teir báðir, eftir 19 dagar í Íslandi, ávegis aftur til Føroyar, tá vanlukkan hendi í Mikinesi. Eftir Brynleif sat einkja við 4 smáum børnum.
FAMILJUTREFF
Familjan hjá Brynleifi, sum í dag telur fleiri enn 50, savnaðist hendan dagin í Zarepta, har persónar vóru bodnir við, sum hava havt ávíst tilknýti til Brynleif, og sum fingu høvi at siga frá sínum upplivingum við Brynleifi. Ein skrá varð gjørd til dagin, har byrjað var við brunch kl.10:30. Kl.10:57, júst tá flogtornið misti sambandi við flogfarið, var ein still løta í ein minutt, har luttakararnir fingu høvi at minnast Brynleif við bøn.
Ein av teimum, sum var boðin at vera við var sjálvsagt Eyfinn Poulsen, sum var við Brynleifi í Íslandi. Eyfinn hevur aldri áður alment greitt frá hendingini og sínum persónligu kenslum í hesum sambandi. Tað var heilt greitt, at fólk lýddi á við stórum áhuga og ikki minst, tá hann segði frá, at tað seinasta hann sá til Brynleif, sum sæt tvey stólarøð frammanfyri var, stutt áðrenn flogfarið stoytti, tá Brynleif vendi sær á og sendi honum eitt smíl. Eyfinn segði, at hetta smíli hevur sett seg fast í minni hansara, og at tað gongur ikki dagur, har hann ikki sær hetta serliga smíli fyri sær.
Tað skal ikki her verða greitt nærri frá hvat Eyfinn annars segði, tí hann kemur at luttaka í eini dokumentarsending, sum verður send í KVF-Sjónvarpi seinni í oktober mánaða, og har verða áhugaverdar samrøður bæði við Eyfinn og Elsu Djurhuus, sum tá var gift við Brynleifi.
Minnisløtan endaði við at vitja grøvina hjá Brynleifi, sum er í kirkjugarðinum í Miðvági. Har var øll familjan savnað, og tað varð sungið og familjan sigur, at tey vóru sera glað fyri dagin, tí tey fingu nógv at vita, sum tey annars ikki vistu.
Má Harrin framvegis signa minnini eftir evangelistin Brynleif Hansen.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Tlf: +298 228314
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Kokkurin er færeyingur

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Is Fake News a Myth?

Fara nú á kalvaveiðu

Tunnilsgjald

Petur Oluf Hansen - pionerur

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Amnesty vil hava “óavmarkađan altjóđa rætt til fosturtøku”

Ein brokkmanslestur.

Dúvugarðar

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Hestur aftur gloymd

Stroyming av jarðarferð 19. januar

HOLOCAUST MINNINGARHALD

Álit viðvíkjandi klagu um setan av stjóra til Tjóðpall Føroya
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











