Hann fór til Suðuroyar
Anfinn H. Leo og Gudmundur Jacobsen átaksleiðarar eru samdur um, at her er talan um ein stigabil, sum nøktar tørvin fyri alla Suðuroynna, og at bilurin er í sera góðum standi, hóast at hann er 20 ára gamal.
Sløkkiliðini í Suðuroynni fingið stigabil til royndarkoyringar
Stigabilurin, ið sløkkiliðini hava í umbúna at keypa, er gamli stigabilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, sum er útskiftur orsakað av at hann ikki røkkur nýggju høgu bygningarnar í Havn.
Anfinn H. Leo og Gudmundur Jacobsen átaksleiðarar eru samdur um, at her er talan um ein stigabil, sum nøktar tørvin fyri alla Suðuroynna, og at bilurin er í sera góðum standi, hóast at hann er 20 ára gamal.
Teir siga, at bilurin hevur júst verið til sýn, og har var alt sum tað skuldi vera. Sløkkiliðsútgerðin á bilunum, -tað verið seg serliga stigin-, sum røkkur 30. metur krevur eitt serligt eftirlit, nú hesin er 20 ár. Tí verður neyðugt at senda bilin til Danmarkar komandi ár, har øll útgerðin verður kannað og dagførd á góðkendari verksmiðju, ið er umboð fyri veitarin, ið hevur framleitt stigan á bilinum.
Átaksleiðararnir meta, at hesin stigabilurin nøktar tørvin í Suðuroynni í nógv ár framyvir, og hesin kann beinanvegin verða virkin partur av tilbúgvingini í allari Suðuroynni, og harvið vera við til at økja um trygdina, sum váðametingin og tilbúgvingarætlanin fyri Suðuroynna leggur upp til.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











