Amanda Liberty í Leeds slapp ikki at gerast serskildur limur í LGBT
Bretsk bløð skrivaðu herfyri um eina konu, Amandu Liberty úr Leeds í Onglandi, at henni eydnaðist ikki at fáa sín kærleika til eina 92 ára gamla ljósakrúnu og hennara søguligu ljósperur alment góðkend sum eina serskilda kynsliga orientering.
Henda Amanda kærdi avísina The Sun til stýrið fyri almenna bretska miðlaráðið, IPSO, tí at ein grein í The Sun hevði verið so niðrandi móti hennara kærleika til Lumiere, ið er navnið eini antikkari ljósakrúnu, ið hon hevði keypt á Ebay.
Navnið IPSO er stytting fyri Independent Press Standards Organisation gav frúnni Liberty viðhald í, at greinin var ‘óflýggjalig og særandi’ fyri móttakaran av tillátursgerðini í The Sun.
Men IPSO hevði viðgjørt hennara umsøkn um at verða alment viðurkend sum umboðandi eina serskilda kynsliga orientering.
Stovnurin var komin til ta niðurstøðu, at hennara alskur til ljóslampur, uttan mun til, hvussu upprunaligar og søguligar tær eru, kvalifiserar ikki til sína egnu almennu kynsligu orientering burturav, ið er vard av ensku miðlakoduni.
So Amanda Liberty gjørdist ikki sjálvstøðugur limur í LGBTQ í hesum umfari.
Men frúgvin Amanda Liberty er í bestu árum. Hon man hava treysti til at halda fram at stríðast fyri at verja síni mannarættindi á tí kynsliga økinum, fortapt sum hon er í kærleika til hesa 92 ára gomlu ljósakrúnuna.
Hon hevur hug til at rógva afturáaftur, tí hon letur sær ikki lynda tann mannamun, ið bretskir myndugleikar gera móti hennara stríði fyri javnstøðu í kynsmálum.
Tolin trívst, serliga tá um ræður upprunaligar kynsligar orienteringar í okkara tíð. Tað nýggjasta í hesum stríði fyri mannarættindum er, skrivar The Daily Mirror, at Amanda Liberty ætlar sær bara sjálv at giftast við nevndu ljósakrúnu í onkrum upprunaligum hátíðarhaldi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











