Grinkil – FD 563
Fyri júst hundrað árum síðan – í 1920 – smíðaði Elias í Rættará í Havn hendan motorin, sum í dag eitur Grinkil og hevur heimstað á Glyvrum.
Nógvir eigarar hava verið hesa øldina, men fyri einum lítlum ári síðani stovnaðu 19 fyritøkur og einstaklingar ein grunn, sum hevur til endamáls at varðveita bátin sum part av siglandi arvinum hjá føroyingum.
Hesi 19 vóru: Kreton, Marine Service, Spf. Mittún, EM-Asfalt, Univice, Berglon, Borg, Elcon, Mekanik, Frakt & Sand, Faroe Origin, Ludvík við Stein, Blikksmiðjan, Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar Frostgoymsla, Mest, Kongasteinur, Ady Knudsen og Faroe Ship.
Á stovnandi fundinum – hildin í hølunum hjá Bátafelagnum Niðri við Støð á Glyvrum, hin 4. november 2019 – varð sett út í kortið, og í fyrstu nevndina valdi stovnandi aðalfundurin hesar: Rodmundur Nielsen, formaður, Janus Knudsen, næstformaður og peningarøkil, Tórbjørn Jacobsen, ritari, Atli Poulsen, nevndarlimur, og Dávur Høgnason Kunoy, nevndarlimur.
Nógv og gott fólk stendur saman um hesa verkætlanina, og teir praktisku menninir í nevndini høvdu nú fingið gonguverkið savnað aftur, eftir at motorurin hevur verið tikin í botn. Løtan var komin til at royndarkoyra tann partin í dag, og alt tykist at rigga. Nýtt stýrihús er komið væl áleiðis í einum neysti á Glyvrum, og tá tað fer at liggja fyri, verður stimað suður til Vágs, har Gudmund og Vágs Skipasmiðja fara at taka sær av timburarbeiðnum, sum er eftir at gera, fyri at fáa bátin í fullgóðan stand.
Seinasta sunnukvøld sat nevndin á fundi, og helst fara vit at hoyra meiri um verkætlanina, tá nakað er fráliðið, í sambandi við, at hesin parturin av siglandi arvinum er vorðin 100 ára gamal.
ES: Myndirnar eru tiknar av oljubryggjuni í Søldarfirði, nú siglt var inn haðar fyri at heilsa einum av nevndarlimunum Dáva Høgnasyni Kunoy.
Tað skrivar Torbjørn Jacobsen á facebook-vanga sínum, har fleiri myndir eisini eru.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











