..." borgarstjóramorð " náttina ímillum 10. og 11. november 2020 ?
.........hevur tú bara fingist eitt lítið vet við politikk, so veitst tú, at knívarnir sita serliga leysir í slíðrunum fyrstu náttina eftir valið, serliga har sum listar, nýkomnir undan væðingini, fyri stóran part hava "morðið" sum endamál.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, LLR, hevur skrivað eina frálíka bók undir heitinum: Om de fleste og det meste.
Nú ein lítil mánaði er eftir haðartil, at valhølini lata aftur hin 10. november, á kvøldi, áttu øll valevni, og serliga sitandi borgarstjórar, ið ætla sær afturval, gjølla at lisið júst hendan kapittulin í bókini hjá Læarsi.
Hann snýr seg um "borgarstjóramorðið", um loyalitet og illoyalitet, og hevur tú bara fingist eitt lítið vet við politikk, so veitst tú, at knívarnir sita serliga leysir í slíðrunum fyrstu náttina eftir valið, serliga har sum listar, nýkomnir undan væðingini, fyri stóran part hava "morðið" sum endamál.
Náttina ímillum 10. og 11. november ræður tí um at hava falkaeygu í nakkaspikinum - og so mangar aðrar staðir við.
Gott val øll somul
Hendan skemtiliga tekstin skrivar Torbjørn Jacobsen á facebook - vanga sínum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur