Domptørurin og cirkusrossini
Hetta er eitt veldugt og ikki sørt áhugavert eksperiment. Maður á Strondum er arkitektur og sjefdomptørur handan ein lista í aðrari kommunu, enn har sum hann býr og kanska borgar skatt. Tað snýr seg um eitt høpi, ið rópar seg Borgaralistin í Runavíkar kommunu. Hann, EJ, hevur givið ilt av sær, tí at søldfirðingar ikki makkaðu rætt og komu á hansara lista.
Og í kvøld skrivar hann soleiðis á mínum vanga:
Eivind Jacobsen:
"Eru mínar upplýsingar rættar, so eru tað tey á listanum hjá Tobba sum ynskja at sleppa av við Tobba. Teir nýggju sum eru komnir undan væðingini hava als ikki sum endamál at sleppa av við Borgarstjóran. Og teir á lista C duga vist nokk eisini hatta við at tykjast fittir, tó at ætlanin er ein onnur. So um borgarstjórin heldur ikki bara onkran, men fleiri minna seg á Dr. Jekyll og Mr. Hyde. Summi hava longu sett navn á nýggja borgarstjóran og hann er uppstillaður á lista A."
Í grundini ómetaliga áhugavert, at ein maður situr í aðrari kommunu og stjórnar einum av 4 listum í Runavíkar kommunu.
Spennandi verður at frætta hvussu langt hetta eksperimentarium hjá Eivindi fer at røkka.
ES: Kann ætla at tey flestu fyri langt síðani hava funnið útav, at hann hevur verið ein ítøkiligur partur av býráðsarbeiðnum í kommunu okkara síðan 10 av 11 býráðslimum staðfestu, at tað als ikki bar til at samstarva við lista C, sum nú hevur fingið eina so trivaliga manning, at gamla samstarvið millum A, B og C sjálvsagt verður tikið uppaftur í sátt og semju (og javnbjóðis, - tí vanligt hevur verið at listastikini hava verið tikin niður undir skipanini av býráðnum.)
Tað skrivar Torbjørn Jacobsen á facebook - vanga HER
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











