Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Lýsing
Lýsing

Skálvíkingurin, Sigurd Christiansen verjir ph.d. á AU

Innanlands, Vísind | 15/10-2020 10:42

Sigurd Christiansen hevur verið innskrivaður á Kemisk Institut, Faculty of Natural Sciences, Aarhus Universitet..

Fríggjadagur 23.10.2020, kl. 13:15, Á netinum.  Fríggjadagin 23. oktober fer Sigurd Christiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um sjósirm. Ritgerðin kallast: "Sea Spray Aerosols: Formation and Cloud Forming Potential".

Sjósirm tekur seg upp, tá aldur bróta og luft verður blandað í sjógvin. Her skapast luftbløðrur, sum koma upp til vatnskorpuna, har tær bresta og senda elasmáar bitlar við salti og øðrum evnum út í lofthavið. Granskingarúrslitini økja fatanina av, hvussu sjósirm tekur seg upp, og hvørji útlitini eru fyri at skýgerð, til dømis hvussu sjósirm kann virka sum spíri fyri gerð av skýggjum. Úrslitini økja okkara fatan av veðurlagnum. 

Sigurd Christiansen hevur verið innskrivaður á Kemisk Institut, Faculty of Natural Sciences, Aarhus Universitet.

Merete Bilde, professari á Kemisk Institut, Aarhus Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini eru:
Gordon McFiggans, professari á Centre for Atmospheric Sciences, School of Earth and Environmental Sciences, University of Manchester
Heike Wex, Seniorgranskari, Experimental aerosol and cloud microphysics, Institute for Tropospheric Research, Leipzig, Tyskland
Steen Uttrup Pedersen, lektari, Kemisk Institut, Aarhus Universitet, Danmark, formaður

Verjan verður á netinum. Til ber at fáa leinki til stroymingina við at send aein teldupost til Sigurd Christiansen, sigurd@chem.au.dk 

Úrtak

Samspæl millum luftbitlar (aerosolir) og skýggj er størsta óvissa í núverandi og komandi veðurlagsforsøgnum. Av hesi orsøk er tað týdningarmikið at fáa eina gjøllari fatan av grundleggjandi tilgongdunum. Tað er viðurkent, at sjósirm er millum størstu natúrligu keldurnar av luftbitlanøgdini í atmosferuni. Hóast teirra stóra týdning fyri veðurlagið manglar ein grundleggjandi fatan av, hvussu sjósirm verður til, og av teimum eginleikum, sum hava týdning í sambandi við skýgerð.

Í rannsóknarkømrum, har ið til ber at eftirlíkna sjósirmgerð, hava vit kannað ta ávirkan, sum luftinntøka, hiti og algunøgd hava á sjósirmgerð, og kannað lívfrøðiliga sirmgerð frá bløðrum, sum bresta. Harumframt hava vit við framkomnum kanningarháttum kannað eginleikar hjá sjósirmi, eitt nú støddarbýti, vatnsúgvandi vøkstur og hvussu sjósirm leggur lunnar undir skýgerð; bæði ígjøgnum dropaskapan og ísgerð.  

Niðurstøðan er, at ferðin á luftinntøkuni samsvarar við sjósirmframleiðsluna, og at sambandið millum hita og sjósirmframleiðslu er ymiskt alt eftir, um ein loddrætt vatnstrála ella luftspreiðari verður nýtt til at eftirgera sjósirm. Viðvíkjandi lívfrøðiligu sjósirmgerðini gjørdist úrslitið, at 10 ferðir fleiri kyknur yvirlivdu, tá ið kyknurnar vórðu turkaðar sum sirm í mun til, tá ið tær vórðu turkaðar á eini yvirflatu. Fyri at fáa greiðu á, hvussu nýframleitt sjósirm sýgur vætu í seg, framdu vit miðvísar kanningar og funnu útav, at tað ólívrunna havsaltið stýrir eginleikunum hjá skýgerð. Vit leggja kortini dent á, eldri sjósirm sýgur munandi minni vætu í seg, tá ið talan er um bitlar við lítlum tvørmáti (50 nm).

Sjósirm, sum er framleitt av arktiskum havfløtumikrolagi og aldum algum, Skeletonema marinoi og Melosira arctica, er nógv vánaligari samanborið við aðrar bitlar, sum spíra ísgerð í skýggjum. Til endans vísa vit á, at eftirlíknað arktisk skýggj, ið bæði innihalda vætu og ís, eru lutfalsliga stívrend mótvegis vætusúgvandi parametrinum κ yvir 0,4. Hetta vísir á, at innanhýsis blanding av lívrunnum evnum í sjósirmi hava lutfalsliga lítla ávirkan á skýdropavirkni.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Eivind á Flesjunum
Aftur á kalvaveiðu
Keldan í Skálafirði
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 1. august 2021
Listamaðu­rin Eyðun av Reyni 70 ár
Nú verður bíligari hjá størri bilum at koyra í Eystur­oyartunlinum
Javnaðar­flokku­rin vil ikki privatisera SEV
Ólavsøkurøða løgmans: Trivnaður, tryggleiki og vøkstur eru okkara stavnhald  
575 leikarar til Faroe Islands Handball Cup í Vági
Barnakonur og bróstakonur kunnu nú koppsetast
Manna­gongdir­nar á grøna orkuøki­num venda skeivt
»Spæl við í náttúruni«
Bakteriur staðfestar í drekkivatni­num í Hornabø
Gerið sáttmála við gerandishetjur­nar 
Fyrra hálvár royndist væl 
Savningarmarkið á 500 tikið aftur
Støkk inn koppset­ingar verða aftur í morgin
Takk fyri eitt einastand­andi Faroe Islands Handball Cup 2021
Drekkivatnið í Hornabø er reint
Fyrispurn­ingur frá Sirið til Helga Abrahamsen um SEV.
Fyrispurn­ingur frá Sirið Stenberg til Jørgen Niclasen um Suðuroyar­tunnilin.
Mátturin má ikki takast úr SEV! 
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Nýggjastu tíðindi