Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ben Shapiro flytir við virki og 70 starvsfólkum úr sosialistiska California

Andøvsløtan | 18/10-2020 11:30

36 ára gamli miðlamaðurin, høvundurin og løgfrøðingurin, Ben Shapiro, er kendur millum høgravend í USA og kring heimin. Nú rýmir hann úr California eftir at hava búð har í 25 ár, eystur til onkran konservativan stat, t.d. Texas

Hví hesin greinari og viðmerkjari í talu og skrift við mió lurtarum og lesarum rýmir úr ‘gylta’ California, greiddi hann sorgarbundin frá alment í farnu viku, m.a. tí:

- Eg kenni ikki mín heimstat aftur frá, eg var barn, gekk í skúla, á universiteti, gifti meg við konuni, vit fingu 3 børn, og byrjaði at arbeiða, sigur Shapiro.

- Hetta er vakrasti statur í USA við besta veðri, møguleikum og fittum fólki. Men vit føla okkum fremmand nú og eru farin at flyta burtur við øllum okkara.

- Allir fyrimunir við California minka støðugt, og prísirnir á øllum økjast alsamt.

- Afturgongdin er sum ein sjúka, og vánalig stýring ger paradís til eitt hurpali.

- Vit vóru trygg, og alt var reint. Tó fekk LA kriminalitet í støðum í hippie-tíðini.

-  Men í 2010 fór talið á heimleysum upp um 40.000, nú er tað nærum 70.000.

- Undir hvørjari brúgv og á mongum gongubreytum er fult av heimleysum fólki, sum Dem politikarar hava noktað løgregluni at flyta aðrastaðir. Skarn, land og drøggnálir flóta í hesum gøtum, ið eru ótryggar, serliga fyri børn og kvinnur.

- Vanligir borgarar fáa útigongubann eftir kl. 6, meðan marxistisk brotsfólk, BLM og Antifa, renna ørindi fyri Dems, bróta handilsrútar, ræna í gøtum og brenna handlar og gøtur. Dems og vinstrahallir miðlar látast sum einki.

- Býar- og statsmyndugleikar hava broytt reglur og lógir, so brotsverk verða umflokkað, politiið verður undirfíggjað, og tikin brotsfólk verða latin leys aftur.

- Í 1970 vóru 80% av fólkinum í California hvít, nú telja vit bert 37%, færri enn tey spansktmæltu, ið eru komin inn í USA og California ólógliga.

- Republikanarar hava ikki havt meiriluta í nøkrum síðan 1984. Nú er guvernør-ur, báðir senatorarir, 47 av 54 kongresslimum í Washington, DC, Dems.

- California hevur samtykt, at tvørkyndir menn kunnu kappast í ítrótti móti kvinnum, og brotsmenn kunnu velja, hvørjum mans- ella kvinnufongslum teir vilja sita í.

- Dems í California hava hækkað skatt og MVG til hitt hægsta í USA, 20% stats- oman á 20% landsskatt. Lógir og regluverk eru fótonglar fyri vinnulívið, so vinnulívsfólk rýma aðrastaðir í torvum. Málið er sosialistiskur einflokkastatur, har stórkapitalurin fær frið, og Dem flokkurin ræður einum og øllum.

- Almenna tænastustøðið lækkar saman við minkandi lóg og landaskili.

- California missir sítt besta fólk, eina mió árliga, og verða skift út við ólógligum Suð Am landastrokum, ið fáa útgoldið skattapengar aftur fyri sosialhjálp.

- Munurin millum rík og fátæk í California er hin størsti í USA, og Dems siga seg vilja javna og brøðralag, alt fyri at fáa størri politiskt vald.

Ben Shapiro endar sítt tíðindabræv við at siga, at tey flestu, ið rýma úr California, eru miðalstætt og tí dyggir skattgjaldarar. Tey ríkastu eru Dems, ið støðast.

- Eg ynski, at kona og børn míni vaksa upp trygt, har mín miðlafyritøka við 70 starvsfólkum sleppur at virka uttan politisk korrekt høft og bond, endar Ben Shapiro sína farvælkvøðu til California, sum hann harmast um at verða rikin úr.   


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi