Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Luturin hesaferð : Doktaraleypurin undir vaðingini

Innanlands, Mentan | 19/10-2020 17:00

Doktaraleypurin undir vaðingini, ja har kann nógv áhugavert goyma seg. Tað skrivar Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn.

Luturin hesaferð er ein leypur, sum verður róptur Dr. Rasmussen leypurin. Doktarahúsið er bygt í 1852 og ymiskir læknar hava arbeitt og búð í húsunum til 1928, tá kommunan yvirtók húsini. Her var virksemi heilt til 1980'ini. Líka síðan hevur leypurin ligið undir væðingini í húsunum, eisini eftir, at húsið varð lyft upp og flutt 8 metrar oman á nýggja grund.

Tá læknavirksemið byrjaði á Tvøroyri, var einki vegasamband millum bygdirnar í Suðuroynni. Ikki fyrr enn í 1955 kom fyrsta vegasambandið. Millum Hov og Tvøroyri bleiv koyrandi í1959 og tunnilin millum Trongisvág og Hvalba varð tikin í brúk 1963. Fyri tað gekk læknin upp um fjøll, um boð komu av bygd eftir lækna. Við hvørt kom bátur eftir læknanum.

Læknarnir, sum komu til Tvøroyrar, vóru um miðjan aldur ella eldri, og sóknarfólkið kærdi sína neyð, hvussu eldri danir skuldu roynast í haganum. Hetta spældi tó væl av og nakrir læknar gjørdist hagamenn burturav. Sum sagt mátti ein til gongu ella við báti við boðum til læknan, um sjúklingurin ikki kundi flytast. Tá boðini vóru komin, tók læknin síni tól, bøkur, heilivág og møguliga okkurt annað við og koyrdi tað í leypin. Persónurin, sum kom at spyrja eftir læknanum, slapp at bera leypin og vísa læknanum veg.

Hvussu gamal leypurin er, er óvist, og hvør hevur átt hann er óvist, men seinasti læknin, sum búði í húsinum, var Niels Frederik Rasmussen, sum var lækni frá 1927 til 1935. Niels Rasmussen búði tó bert í húsinum í eitt ár. Tískil ber leypurin heitið Dr. Rasmussens leypurin, ella doktaraleypurin. Leysiliga mett er leypurin kanska frá 1890-1920. Gudmund Effersøe var lækni frá 1919 til 1920. og millum Effersøe og Rasmussen, var Pauli Dahl eitt skifti lækni á

Tvøroyri. Møguliga kann onkur teirra hava brúkt leypin.
Í dag stendur leypurin í fastari framsýning í Doktarahúsinum saman við søguni og virkseminum hjá læknunum í húsunum.

Um tykur hava gamlar og søguligar lutir, sum tykur ikki hava pláss fyri meir, so tekur Savnið hjartaliga ímóti tí.

 

Tekstin er tikin frá fcebook - vanganum hjá Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi