Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Røða við vígsluna av nýggja Skúlanum við Streymin

Innanlands, Mentan | 20/10-2020 12:00

Góðu lærarar og næmingar, bygdaráð og skúlastýri - tit øll í Sunda kommunu!

Hjartaliga til lukku við nýggja og stásiliga skúlabygninginum!

Hetta er næsti nýggi og nýmótans skúli, ið eg eri við til at hátíðarhalda vígsluna av, síðani eg byrjaði sum landsstýrismaður. Fyrsta vígslan var hin 30. maj, tá varð skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík vígdur- og um fáar vikur verður triði nýggi skúlin, skúlin á Fløtum, tikin í nýtslu.

Frá mær persónliga og frá undirvísingar- og mentamálaráðnum verður borðin ein hjartans tøkk til Sunda kommunu, og føroysku kommunurnar sum heild, fyri tað stóru ábyrgdarkenslu og stóra víðskygni, sum liggur aftanfyri avgerðir tykkara at framtíðartryggja skúlaverk okkara. Talan er jú um eina av bestu íløgum, ið vit kunnu geva komandi ættarliðunum.

Loyvi mær í hesum sambandi at nevna sólskinssøguna um nýggju KT- skipanina til skúlaverkið, sum lunnar verða lagdir undir í komandi fíggjarlóg landsins. Talan er um eina heildarætlan at menna eina framkomna og trygga KT skipan, sum er felags fyri fyri alt undirvísingarverkið, t.v.s. Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám, Vinnuháskúlan, Setrið og KT-landsins.

Hetta verður alt gjørt í ásannandi av, at tað at tryggja kunnleika og útbúgving er ein týðandi fortreyt fyr at byggja land. Millum fremstu tilfeingi hjá einum framkomnum samfelag liggur eitt vælútbúgvið fólk, ið saman kann taka lógvatak at tryggja grundarstøðið undir einum tryggum vælferðarsamfelagi og einum  vinnulívi í menning.

Í nærum dagliga skúlakjakinum, sum tykist verða vorðið eitt kravt pensum í fjølmiðlunum, er eitt, sum eg havi hug at viðmerkja, nú høvið býðst. Eg hugsi um kjakið um, í hvønn mun læraraútbúgvingin er vorðin ov akademisk og harvið ov lítið fólkslig.

Eg skilji ikki rættiliga kjakið, tí í míni verð er ikki talan um antin ella! Ein super akademisk útbúgving nýtist als ikki at standa í andsøgn til tað fólksliga- tvørturímóti. Munnu ikki flestu okkara hava royndir frá skúlaárunum, har sjálvt fremstu akademikarar, á universitetum og miðnámsskúlum, á meistarligan hátt megnaðu at rúnabinda og føra okkum gjøgnum torgreiddastu evni, meðan aðrir, við og uttan akademiskar førleikar, ikki høvdu minstu íbornu evnini at hugbinda okkum tað minsta, tíansheldur at veita okkum vitan.

Í mínum huga er ongin andsøgn millum tað akademiska og tað fólksliga, og tí stuðli eg av fullum huga bæði tíðarinnar glæsiligu skúlabyggingar og akademiseringina av læraraútbúgvingini.

Kring oyggjar okkara standa skúlar sum varðar yvir, hvussu vit gjøgnum ættarlið hava bygt land- á skúlabeinki. Smáir bygdaskúlar, og stórir arkitektteknaðir, siga søguna um, hvussu vit sum tjóð hava tikið tøkini, ið hava ført okkum fram móti dagsins vitanarsamfelag.  

Nýggj skúlin við Streymin er enn ein varði á hesari leið. Her skulu komandi ættarlið, tey, sum skulu taka við og byggja landið víðari, nema sær lærdóm.      

Tit í Sunda kommunu hava gjørt eitt dygdargott arbeiði. Byggimálið er gjølla umhugsað og lýst í byggiskránni, her verða allir partar lýstir, skipan skúlans, visjónir, innihald og einstøku hølini, umframt samanbinding við verandi skúlabygningar og umhvørvið. Samstundis verður greitt frá námsfrøðiligu hugsanunum, sum skúlin skal grunda sítt virksemi á.

Harumframt er ítróttar- og samkomuhøll partur av byggimálinum og bygd saman við fyrrverandi skúlunum, soleiðis at verandi og nýtt kemur at virka sum ein samanhangandi eind og gerst ein fyritreyt fyri at kunna savna allar næmingar í fólkaskúlaaldri á einum stað.

Av sonnum ein virðiligur karmur, ein mentanarborg, um bæði skúla- og mentanarlív.

Men karmar skapa ikki lív og virksemi í sær sjálvum. Tað er ábyrgd okkara, ið varða av skúlanum. Tað veri seg leiðsla og starvsfólk skúlans, kommununalir myndugleikar, áhugafeløg á staðnum og landsmyndugleikar. Lat okkum tí øll virka fyri, at ein fjálgur andi og gott arbeiðslag verður í skúlanum. Og ikki minst, at tað er gott samstarv millum skúla og heim.

Mín bøn er, at hvør einasti næmingur við gleði fer at minnast aftur á árini, hann gekk her. At minnini verða um eitt trygdarstað í lívsins baldruta meldri. Eydnast tað, er alt stríðið, hvør króna og hvør sveittadropi, vunnin margfalt aftur.

Eins og testing higartil hevur verið eitt mantra í bardaganum móti coronasmittuni, má dagliga vælferðin og trivnaður verða høvuðsendamálið í føroysku skúlunum.

Júst tí hava vit, á fíggjarlógini 2021, sett eyka játtan av at styrkja trivnaðin, m.a. við at seta ein trivnaðarráðgeva burturav í skúlaverkinum, umframt onnur antihappingar átøk.

Málið má altíð vera einstaki næmingurin. At veita honum og henni tað friðskjól, sum mong tíverri sakna- og kanska bert finna í skúlanum.

Eg fari at enda við at ynskja leiðslu, starvsfólkum og næmingum skúlans blíðan byr í teirra arbeiði. Eg ivist onga løtu í, at nýggju hølini fara at geva tykkum uppaftur betri undirvísingar- og menningarmøguleikar, har hædd verður tikin fyri tí einstaka næminginum og hansara førleika.

Takk fyri, at eg, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum og umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, var boðin við til henda hátíðardag.

Hjartaliga til lukku og Gud signi tykkum í arbeiði tykkara í skúlanum við Streymin.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi