Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Heðin Mortensen: Økja trivnaðin í Kollafirði

Innanlands, Lesarabrøv | 20/10-2020 14:00

Kollafjørður hevur síðstu 20 árini verið partur av Tórshavnar kommunu, og við sínum stívliga túsund íbúgvum hevur bygdin staðið í vøkstri hesi árini. Tað krevur eisini nakað av okkum, ið bjóða okkum fram at stýra og skulu syrgja fyri trivnaði og møguleikum í Kollafirði, eins væl og aðrastaðni.

Nøkur mál eru, sum eg haldi hava serliga stóran týdning at fáa loyst komandi setuna. Fyrst og fremst hugsi eg um vetrarfriðingina, ið onkursvegna er komin í drag, tí tað gongur alt ov seint at fáa avgreitt hegningina. Fyri tveimum árum síðani var ætlanin, at tað skuldi vera liðugt at hegna í ár, men so er tíverri ikki. Kollfirðingar kunnu ikki liva við, at seyðurin gongur millum húsini, í kirkjugarðinum og aðrastaðni, har hann ikki hoyrir heima, so hetta málið hevur skund at fáa loyst.

Annað mál, sum eisini hevur drigið óneyðuga nógv út, er bátahylurin á Signabø, sum langt síðani er prosjekteraður, so tað skuldi verið klárt at farið í gongd, so skjótt pengarnir eru játtaðir. Gamaní, hava kollfirðingar góðan bátahyl við Sjógv, har pláss er fyri 70 bátum, men nú stendur altso hylurin á Signabø fyri tørni, tí vit skylda kollfirðingum at loysa hetta eftirhondini alt ov gamla mál.

Bygdatorg við Botnánna
Somuleiðis eigur ítróttarhøllin at gerast liðug, og har eigur kommunan at virka við til, at Hallarstuðlar sum skjótast sleppa til verka aftur í vestara enda á høllini. Høllin varð tikin í brúk í 2007, men enn er stórur partur av innrættingini eftir, og tað darvar fulla brúkinum av høllini, sum ikki í nóg stóran mun kemur kollfirðingum til góðar. Høllin hevur havt stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini, ikki minst hjá ungdóminum, men kemur at vera til enn størri gagn, tá ið alt er gjørt – helst skjótt, tí kollfirðingar hava verið øgiliga tolnir.

Nú vit tosa um trivnaðin, so ræður eisini um at skapa góðar uttandura karmar til tiltøk av ymsum slagi, og eins og eg havi nevnt tað um Argir, so eigur Kollafjørður eisini at fáa ein miðbý ella eitt bygdatorg, ið kann vera savnandi fyri fólkið. Nú høllin, skúlin, svimjihylurin, bygdarhúsið, kirkjan og annað er mitt í bygdini, er upplagt at gagnnýta økið við Botnánna, nærhendis hjá Bakaranum, har góðir møguleikar eru at gera eitt gott savningarstað, ið kann brúkast til alskyns endamál. Bert hugflogið setur markið.

Nógv av hesum snýr seg um umstøðurnar hjá børnum og ungum, og harvið eisini barnafamiljum, ið vilja festa búgv og trívast í Kollafirði, á Oyrareingjum, Signabø og norðuri í Sundunum. Men vit eiga sjálvsagt eisini at hava tey eldru í huganum, og tá hugsi eg serliga um møguleikan fyri eldraíbúðum, so fólk í Kollafirði kunnu flyta úr sínum stóru húsum í smærri íbúðir, ið ikki krevja sama viðlíkahald sum eini heil hús við øllum rundanum. Vit eiga eisini at skapa møguleikar til tey eldru, áðrenn vit fara at tosa um eldrasambýli, eldradeplar og ellisheim, tí tørvurin hjá mongum er ein heilt annar.

Yvirhøvur eiga vit at leggja til rættis eina langtíðarloysn fyri bústaðarbygging í Kollafirði, har talan bæði kann vera um íbúðir og sethús, og alternativar bústaðarloysnir eru sjálvandi vælkomnar. Kring fjørðin eru góðir møguleikar og av tí hetta er ikki bara mitt í landinum, men eisini mitt í miðøkinum, kunnu røttu loysnirnar her saktans eisini loysa bústaðartrupulleikar aðrastaðni í kommununi.

Nýggj vinnuøki
Kollafjørður hevur gott og vítt havnarlag, sum er at finna báðumegin fjørðin. Stórir virkisbygningar eru inni á Langasandi, har arbeiði kann vera til nógvar hendur og stór virði verða skapt, eitt nú við at virka uppsjóvarfisk, men eisini við aðrari vinnu. Tórshavnar kommuna hevur ígjøgnum árini verið við til at skapt góðar karmar við atløgubryggju báðumegin fjørðin, umframt at vit í síni tíð gjørdu stóru bingjuhavnina á Oyrareingjum.

Kollafjørður er tó annað og meira enn vinnan, sum er knýtt at sjónum, og tí er stórur tørvur á at finna og gera vinnuøki til ta nógvu og fjølbroyttu vinnu, sum er í bygdini. Fáa vit skapt karmar og møguleikar, fær tað óivað eisini gagnliga ávirkan á bæði verandi vinnu og nýggja vinnu, ið kann taka seg upp.

Kollafjørður liggur mitt í landinum og hevur góðar atkomumøguleikar, bæði sjóvegis og eftir vegunum, og tí er tað bara ein spurningur um at fáa sum mest burturúr. Tí vilja vit eisini virka fyri, eins og hinum, ið nevnt er omanfyri, tí eisini borgarin í Kollafirði skal merkja, at vit aftur stevna fram ímóti einum býráð, ið skal vera fyri borgaran.

Sum býráð eiga vit at virka fyri, at umsitingin í Havn ikki verður ov fjarskotin í mun til Kollafjørð, tí umráðandi er, at býráðið er fyri borgararnar – allar borgararnar! Tað eigur at vera lætt hjá kollfirðingum at koma á tal við býráðið, so teir kenna seg hoyrdar og tiknar við upp á ráð, og serliga tá ið tað snýr seg um lokal viðurskifti í Kollafirði.

Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi