Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Kristiligar Tíðindasendingar
ALTJÓÐA BARNADAGUR - lyfti hjá Mette!
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ FØROYSK BÍBLIUTÝÐING - væntandi í nærmastu framtíð!
Kristiligar Tíðindasendingar
FØROYSK SENDISTOVA - seinni til Jerusalem!
Ymiskar sendingar
Samrøða: Vár Honnudóttir um heilsu­kanning frá Fólka­heilsuráðnum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Sámal Petur í Grund
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (10) - 27. nov. 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (101) - 25. nov. 2020
EvR
Á Torginum 24. nov. 2020 - Samrøða: Steinbjørn O. Jacobsen (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 2. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (161) - 23. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 22. nov. 2020: Kári Kjelnæs "Flytifuglar og eingin fordøming" - Orðið: "At vera hjá Kristusi er mangan mangan betur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Gitte Klein um nýtsla av telduskíggjum í samband við heilsu
Ymiskar sendingar
Samrøða: Henrik Old um mat í gomlum døgum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eyðun Joensen 4. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (9) - 20. nov. 2020
EvR
Á Torginum 17. nov. 2020 - Samrøða: Hanna og Sámal Jákup Hansen
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (160) - 16. nov. 2020
Lýsing

Jóannes Eidesgaard: Smyril í tíðarneyð

Innanlands, Lesarabrøv | 20/10-2020 15:30

Alt síðan 1895 hava fimm Smyrlar, nakrir við “i” og aðrir við “y”, siglt um Suðuroyarfjørð. Og enn tann dag í dag sum fyri góðari øld síðan er høvuðsuppgávan tann sama - at flyta fólk og farm um fjørðin eftir einari ferðaætlan, sum fólk og vinna kunnu líta á.

Men umframt at leggja ferðaætlan og onnur praktisk viðurskifti til rættis, so er tað als einki, sum forðar fyri, at ein leiðsla kann stinga nýggjar ætlanir út í kortið. Hetta verður eisini vanliga roknað við, at ein virkin og konstruktiv leiðsla tekur sær av. Tað sóu vit greitt í 70’unum við báðum Molsunum, og tá lunnar vórðu lagdir undir uttanlandsiglingina hjá Strandferðsluni, sum so seinni legði lunnar undir Norrønu og Smyril Line. Tað var nýhugsan.


Meðan øll heimsins reiðarí gleðast um øktan farm og øktar inntøkur, so eymkar og venar Strandafaraskip Landsins seg um, at farmanøgdin hjá Smyrli er økt so nógv seinastu árini. Tað, sum onnur reiðarí síggja sum eitt framstig og eina sunna menning, sum meirinntøkur, sær SSL sum eina forðing, sum bara skapar trupulleikar, sum vit sum borgarar dag og dagliga verða kunnaði um í fjølmiðlunum.

Hyggja vit eftir, hvussu gongdin hjá Smyril Line hevur verið seinastu árini, so síggja vit, at farmasíðan er vaksin sera nógv, og hevur reiðaríið nú fýra farmaskip og leigar tað fimta, meðan Norrøna siglir, soleiðis sum hon plagdi at gera. Uttan at kenna roknskapin hjá felagnum, so rokni eg við, at inntøkurnar frá farminum er sera nógv medvirkandi til, at reiðaríið ivaleyst hevur eitt rímiligt úrslit.

Men hjá almenna SSL er støðan beint tann øvugta. Leiðslan er dag og dagliga úti og roynir at greiða okkum frá, hví bilar standa eftir á bryggjuna, tá siglt verður, og hví Smyril ikki heldur sína ferðaætlan. Og frágreiðingin frá leiðsluni er, at ferðaætlanin kann ikki haldast, tí tað er so nógvur farmur at avskipa og so  nógvur farmur at fáa umborð. Hóast manningin ger sítt ítarsta við at skunda sær, so gongur klokkan ov skjótt í mun til ferðaætlanina. Leiðslan fær tað næstan at ljóða, sum um at øktur farmur er ein trupulleiki, sum tað sjálvandi ikki er. Nýggjasta er so, at skiparin á Smyrli boðar frá, at trygdin er sett í vanda, tí manningin á dekkinum er noydd at skunda sær so nógv.

Ein ferðaætlan er ikki ein statisk náttúrulóg, og einasti, sum kann gera av, hvussu hendan sær út, er leiðslan á SSL. Ikki trúgvi eg, at tað er rakettvísind at finna eina ferðaætlan fram, sum tekur neyðug atlit til fólk og farm, og sum kann haldast. Og eingin sigur, at leiðslan bert skal kopiera ferðaætlanina frá undanfarna ári. Vit ferðafólk innrætta okkum eftir ferðaætlanini, tí vit hava einki annað val. Um skipið siglir ein hálvan tíma fyrr ella seinni, tað ger kanska ikki so nógv. Tað einasta, vit sum ferðafólk krevja, er, at skipið siglir til tíðina. So henda grundgevingin frá leiðsluni dugir ikki.

Í kjalarvørrinum av nógva tosinum um Smyril og seinkingarnar orsakað av nógva farminum verður róð framundir, at SSL átti at fingið sær eitt skip afturat til at taka sær av farmasiglingini. Men hetta haldi eg so avgjørt ikki er rætt sum fyrsta stig í einari loysn. Vit hava eitt vælegnað skip, sum tekur nógvan rullandi farm, og sum lættliga kann loysa uppgávuna, um rætt verður borið at. Smyril siglir nevniliga ikki allar tímar av døgninum, sum annars øll ferðafólkaskip og farmaskip gera. Okkur kvøld liggur Smyril á Krambatanga frá kl. 21 til morgunin eftir, men annars frá nakað fyri midnátt til næsta morgun. Siglitúrurin tekur góðar fýra tímar aftur og fram, so her kann okkurt gerast.. Hví tosar SSL ikki heldur um møguleikan at lata Smyril gera farmatúrar um næturnar. Líka leggur farmurin í, um tað er dagur ella nátt. Hetta krevur so, at manning er tøk til siglingina, men tað er meira ein spurningur um sáttmálar og pengar. Eg ivist ikki í, at farmatúrar um náttina við ongum privatbilum og ongum ferðafólki lættliga kunnu skipast. Tá er lagamanni at lasta og avskipa, tí tá órógvar eingin á dekkinum og heldur ikki á bryggjuni. Meira farmur merkir sjálvandi eisini meira inntøkur, og um tað ikki er nóg mikið, so kundi SSL eisini sett prísin upp, so tað bar til hjá skipinum at gjørt nakrar farmatúrar um næturnar. Dagtúrarnir við ongum farmi høvdu tá gingið munandi skjótari at avgreitt. Ivaleyst hevði arbeiðstrygdin eisini verði betri.

Annað og ivaleyst minni mál er, at matstovan um kvøldarnar steingir, tá fjørðurin er hálvsigldur. Ein matstova vinnur pening, tá kundar eru, men umborð á Smyrli lata tey aftur, tá kundarnir eru har. Hvør skilur tað? Eg veit væl, at sagt verður, at tað er hvílitíðin, sum ger seg galdandi, men er tað ikki eisini ein spurningur um smidleika og handalag -. og kanska nakrar krónur. Neyvan hevði ein rættsiktaður handilsmaður latið shoppina aftur, so leingi kundar stóðu uttan fyri diskin.

Eg haldi, at leiðslan skal koma við nøkrum konstruktivum útspælum. Politikararnir, sum nú ráða fyri borgum, koma neyvan við teimum, tí borgarliga strategiin er sólarklárt tann, at jú verri tað gongur hjá tí almenna at reka ein stovn, jú lættari er at vinna undirtøku fyri at privatisera tænastuna. So um SSL ikki nú meldar okkurt skilagott út, so kunnu tað skjótt henda tvey ting. Annað, at borgarliga samgongan meldar út, at tey útveita tænastuna til onkran privatan. Hitt, at okkurt framsíggið reiðarí sær ein møguleika í hesari rutuni og setir skip inn í siglingina.

Mín niðurstøða er tí einføld tann, at SSL treingir til framtakshugaðar visiónir og nýhugsan. Nú er ikki at sita hendur í favn, men vísa á gongdar leiðir.

Jóannes Eidesgaard


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (161) - 23. nov. 2020
Standmynd av kvinnum, ið hagreiða klippfisk vestan fyri Naddoddaneystið
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Runavíkar kommuna: Býráðið hevur valt at reka kommununa í 2021 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift
Handilin hjá KROSSTEIN letur nú upp í nýtímans sniði og spennandi vøruúrvali
Christian hevur roynst okkum væl
8 privat partafeløg fingu 2. mill kr. í gávu frá Menta­mála­ráð­num
WILLEM VAN DER ZWAN eftir troli á Fuglafirði
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (101) - 25. nov. 2020
Úr bandasavni­num: Samrøða við Sámal Petur í Grund
Á Torginum 24. nov. 2020 - Samrøða: Steinbjørn O. Jacobsen (uppt. 2012)
Nevndarlimir í LGBT Føroyar hittu Kaj Leo Johannesen
Føroyskt par vann eitt hús
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 48)
Edmund útvegaði 600.000 kr
Danir gera ymsar royndir við burðardyggum loysnum innan byggivinnu í Havn
Samrøða: Vár Honnudóttir um heilsu­kanning frá Fólka­heilsuráðnum
FØROYSK SENDISTOVA - seinni til Jerusalem!
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 2. partur
NØVN: Fráfaringarsamkoma fyri Sakaris Jacobsen og Michael Jacobsen.
VINNA: Hvannasunds kommuna keypt lastbil og ein viðheftisvogn
JASMIN - Útgávu­konsert
4.973.830 krónur býttar ímillum 126 føroyskar fyritøkur
Vágur: Nýggj gøtuljós sett upp kring Vatnið
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Kristiligar Tíðindasendingar
ALTJÓÐA BARNADAGUR - lyfti hjá Mette!
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ FØROYSK BÍBLIUTÝÐING - væntandi í nærmastu framtíð!
Kristiligar Tíðindasendingar
FØROYSK SENDISTOVA - seinni til Jerusalem!
Ymiskar sendingar
Samrøða: Vár Honnudóttir um heilsu­kanning frá Fólka­heilsuráðnum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Sámal Petur í Grund
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (10) - 27. nov. 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (101) - 25. nov. 2020
EvR
Á Torginum 24. nov. 2020 - Samrøða: Steinbjørn O. Jacobsen (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 2. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (161) - 23. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 22. nov. 2020: Kári Kjelnæs "Flytifuglar og eingin fordøming" - Orðið: "At vera hjá Kristusi er mangan mangan betur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Gitte Klein um nýtsla av telduskíggjum í samband við heilsu
Ymiskar sendingar
Samrøða: Henrik Old um mat í gomlum døgum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eyðun Joensen 4. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (9) - 20. nov. 2020
EvR
Á Torginum 17. nov. 2020 - Samrøða: Hanna og Sámal Jákup Hansen
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (160) - 16. nov. 2020
Nýggjastu tíðindi