Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Skúlin á Fløtum letur upp fyrsta dagin, uttan serflokkar! 

Lesarabrøv, Politikkur | 20/10-2020 16:30

Í juni var eg vil at senda innarliga áheitan til Tórshavnar kommunu um at finna pláss til serflokkar inni í nýggja skúlanum á Fløtum. 

Tí gjørdi eg saman við ADHD felagnum býráðið og kommununa varuga við hetta. 

Hetta fyri, at tey høvdu ein møguleika at arbeiða skjótt og finna pláss til serflokkar, áðrenn skúlin skuldi lata upp. 

Men tað er tíverri eingin vilji til tess, og nú letur skúlin upp uttan at serflokkar eru inni í skúlanum! 

Hóast,

- Nýggi skúlin á Oyrarbakka, sum júst er upplatin hevur serflokkar.
- Nýggi skúlin sum lat upp fyrr í ár í Klaksvík eisini hevur serflokkar. 
- Skúlin í Vestmanna í ár fyri fyrstuferð hevur 2 serflokkar. 
- Skúlin í Sørvági í fjør tók niður gomlu serflokkastovurnar fyri at byggja upp nýggjar og betri innrættaðar, soleiðis at børnini skuldi fáa bestu læruumstøðurnar. 

- Lærarafelagið og pedagogfelagið vórðu spurd til tiltakið Megnartak í fjør, og tóku bæði undir við skipanini um serflokkar.

Kunngerðin um serflokkar varð lýst í fjør, og hevur fyrimunin framum førleikastovur, at krav er m.a. um 1-3 normering, egin hølir, egnan leiðara og starvsfólk. Tað ger serflokkaskipanin til eina tryggaða loysn, sum flest allar aðrar kommunur hava fingið eyguni upp fyri.   

Tórshavnar kommuna hevur tíverri ikki fylt nóg væl við í tímanum, og tí eru vit í hesari støðuni í dag.  

Prísin rinda børnini! 

Verið eg vald í býráðið, fari eg beinanvegin í gongd við at eftirmeta og trygga alt serøkið í kommununi. 
Vit skula skipa serflokkar inni í øllum teimum størru skúlunum umframt at Guli skúli skal styrkjast. 
Bert á hendan hátt, kunnu vit tryggja at børn í Tórshavnar kommunu fáa eitt gott, læruríkt og virðiligt skúlatilboð. 

Dagstovnaøkið og forskúlar skula við í eftirmetingina, tí tað snýr seg um at møta barninum og seta tíðliga inn.
Her er leinkja til umrøddu grein og aðrar: Bjørgdam.fo

Bjørg Dam 
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi