Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tórbjørn Jacobsen: Kommunan

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 22/10-2020 10:00

So smátt er ylur um at koma í valevni og veljarafjøld, nú føroyingar skulu velja umboðandi vald í 29 kommunum. Tað er ongin tilvild, at vit í okkara tíð og parti av heiminum eiga hendan møguleikan at velja av nýggjum, táið eitt tíðarmál á 4 ár er umliðið. Eitt demokratiskt skiljingaramboð, har tey, ið eiga kommununa, kunnu vraka og velja, alt eftir hvussu førleikin hjá teimum, ið stilla seg upp, verður mettur í mun til avbjóðingina at umsita ta kollektivu ognina, sum ein kommuna nú einaferð er.

Í søguligum høpi er samfelagsbygnaðurin í Europu og um okkara leiðir rættiliga nýggjur. Kommunur og nationalstatir eru á søgunnar slóð lutfalsliga ung fyribrigdi. Orðið kommuna er tikið frá latínska orðinum communis, sum ikki merkir annað enn feli, at eiga okkurt í felag. Fraklendingar læntu latínska heitið og róptu fyribrigdið commune.

Millum gitnastu kommunur í europeiskari politiskari søgu er La Commune de Paris, sum hóraði undan í nakrar dagar fyri hálvt annað hundrað árum síðani. Umvegis eina process eru vit harvið komin fram til eina kommunuskipan, sum, hóast kommunan sum fyribrigdi er ung, hevur víst seg at vera ómetaliga burðardygg og stimbrandi sum funktión í samfeløgunum. Líkamikið hvørja støðu vit annars hava til donsku grundlógina, so ber hon í sær hesar ásetingar:

„§ 82 Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender ordnes ved lov.

og:

§ 86 Valgretsalderen til de kommunale råd og menighedsrådene er den for valg til folketinget til enhver tid gældende. For Færøernes og Grønlands vedkommende fastsættes valgretsalderen til de kommunale råd og menighedsrådene ved lov eller i henhold til lov.“

Hóast royndirnar á politiskum pallum vóru drúgvar frammanundan, var tað mikil heiður at verða valdur í Runavíkar býráð í 2012. Ikki minni var heiðurin, táið býráðið frá nýggjárinum 2015 og aftur frá nýggjárinum árið eftir, legði undirritaða á vágskálina, og man av fólksins umboðum varð mettur at vera nóg tungur til taburettina hjá borgarstjóranum.

Av nógvum ymiskum orsøkum, m.a. av fíggjarligari undangongu, hevur kommunan tikið seg nógv fram hesi árini. Ymsar meiningar eru ivaleyst um raðfestingarnar, serliga á íløguøkinum, men sum týski Nobelvinnarin, Günter Grass, tók til, tá hann varð konfronteraður við sína ivasomu fortíð: „Søgan, ella rættari søgan vit siga, er sum ein tipt kumma, líkamikið hvussu vit skola niður, verður trekkurin liggjandi í klússinum.“ Ella sum maðurin tók til, táið hann hevði klovið køksborðið við sagini: „Sagað er sagað!“

Ein kendur maður segði einaferð, at politikkur – tað er at vilja nakað. Tað er at vilja broytingina, tí broytingin gevur vón um batar, fóður til hugflog og virkismátt og eggjan til dreymar og visiónir. Men sjálvandi má viljin hava eina kós og broytingin eitt endamál. Nú tað stundar til val, er ætlanin ikki at dvølja við tað sum farið er, men heldur at stinga út í kortið – í greinum, sum fara at renna úr lógvanum higani fram til 10. november.

Grundarlagið undir kjakinum um framtíðina hjá Runavíkar kommunu eigur at standa á neyvum fakta, og samsvarandi fíggjardeildini er støðan í kassanum soleiðis vorðin í dag:

Skuldin er komin niður á 35% av einari álíkning. Íløgurnar flyta samfelagið, og hesi seinru árini hevur fíggjarliga eginuppdriftin lagt áleið 50 milliónir krónur í íløguleypin árliga og samsvarandi yvirlitinum omanfyri sæst, at kassin hevur rúm fyri at læna 123 milliónir krónur til íløgur, áðrenn skallin rakar bjálkan – eina álíkning. Hesin seinri møguleikin skal kortini ikki brúkast uttan so, at ein serliga átrokandi støða krevur tað.

Ein annar týðandi parametur er gongdin í fólkatalinum. Tað hevur verið í støðugum vøkstri hesi seinastu árini, og sum út sær í løtuni er onki sum bendir á, at vøksturin fer at haka í – heldur tvørturímóti. Ein so bráður vøkstur krevur ikki onki av teimum sum sita fyri valdinum. Inntøkurnar vaksa, men avbjóðingin er eisini eitt positivt trýst á fleiri mótum, har kommunan støðugt skal liggja væl fyri í svinginum, fyri ikki at smokka í mýrulendinum. Gongdin í fólkatalinum hesi seinastu 10 árini og higartil í ár hevur annars verið hendan:

Í komandi greinum verður roynt at koma við einum boði um, hvat ið er til ráða at taka fyri at Runavíkar kommuna frameftir kann vera eigarum hennara so dygg sum yvirhøvur gjørligt.

Gott val.

tórbjørn jacobsen


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi