Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Um stóra fallið á næmingatalinum í barnaskúlanum í Fuglafirði

Innanlands, Mentan | 23/10-2020 12:00

......hvussu ber tað til, at barnatalið støðugt minkar? Í mínum huga er eingin ivi. Orsøkin til hetta ógvusliga fallið á næmingatalinum í barnaskúlanum í Fuglafirði er, at ungfólk aftra seg við at seta búgv her orsakað av ampaunum frá tunga ídnaðinum á havnarlagnum

Tað ørkimlaði meg , tá íð 1936 skúlin varð niðurtikin, og stórur partur av barnaskúlanum var fluttur í gomlu FK. Sum eg minnist tað frá míni tíð sum lærari í Fuglafirði í 80-unum, var barnaskúlin tvísporaður. Tveir flokkar vóru í hvørjum árgangi, og markið ímillum flokkarnar var Skarðsá, soleiðis, at tey børnini, sum búðu heiman fyri Skarðsá gingu í øðrum flokkinum, og tey, sum búðu norðanfyri, í hinum. Og nú húsaðist stórur partur av barnaskúlanum í hesum so lutfalsliga lítla bygninginum? Her ruggaði ikki rætt!

Fór so at kanna næmingatalið í barnaskúlanum ár fyri ár (sí niðanfyri), Næmingatalið var hægst skúlaarið 1985/86 við 253 børn, men so kom kreppan og talið fór at falla, til tað skúlaárið 1996/97 var komið niður á 141 børn, síðan kvinkaði tað aftur spakuliga uppeftir til 185 børn skúlaárið 2004/05, men eftir 2005 hevur næmingatalið verið í einum jøvnum falli, og er komið niður á 138 børn skúlaárið 2019/20. Við øðrum orðum er næmingatalið í barnaskúlanum í Fuglafirði minkað við einum fjórðingi síðan 2005, og síðan 1986 er tað minkað við eini knappari hevlt, og tað røkist ikki fyri nakrari vend í hesi skeivu gongd , tí børnini, sum nú ganga á Kambi, og sum fara í fyrsta flokk næsta skúlaár, eru bara 17 í tali.

Men hvussu ber tað til, at barnatalið støðugt minkar? Í mínum huga er eingin ivi. Orsøkin til hetta ógvusliga fallið á næmingatalinum í barnaskúlanum í Fuglafirði er, at ungfólk aftra seg við at seta búgv her orsakað av ampaunum frá tunga ídnaðinum á havnarlagnum, -av tungu ferðsluni til og frá, sum noyðist ígjøgnum høvuðsgøtuna í bygdini og av ganginum frá stóru uppisjóvarskipunum; og eg skilji tey væl, tí eingin, sum hugsar seg um, velur sær ampar til, tá íð hann skal seta búgv.
Barnatalið frá 1.- til 7. flokki í Fuglafjarðar skúla árini 1979-2020
1979/80: 244 1989/90: 211 1999/00: 151 2009/10: 160
1980/81: 234 1990/91: 201 2000/01: 149 2010/11: 144
1981/82: 237 1991/92: 185 2001/02: 161 2011/12: 152
1982/83: 235 1992/93: 172 2002/03: 171 2012/13: 142
1983/84: 246 1993/94: 170 2003/04: 175 2013/14: 143
1984/85: 250 1994/95: 147 2004/05: 185 2014/15: 140
1985/86: 253 1995/96: 146 2005/06: 176 2015/16: 140
1986/87: 245 1996/97: 141 2006/07: 172 2016/17: 142
1987/88: 241 1997/98: 143 2007/08: 173 2017/18: 149
1988/89: 225 1998/99: 142 2008/09: 165 2018/19: 141
2019/20: 138

Tað skrivar Niels Midjord á facebook-vanganum Fuglafjørður.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi