Úlvur aftur sæddur í Norðurfraklandi
Bøndur á Dieppe-leiðini í Norðurfraklandi eru vísir í, at úlvur er orsøk til, at teir finna seyð og hjørt sundurskræddan ymsastaðni á gørðum og í skógum.
Tað eru stórtíðindi, at úlvur nú aftur livir so vestaliga sum í Normandínum, fyrstu ferð í 100 ár. Vesturevropa hevur annars verið úlvafrítt, síðan úlvurin varð veiddur til týning í 1930-unum.
Nakrir fáir úlvar fluttu norður um Alpurnar úr Italia til Fraklands í 1990-árunum. Nú verður stovnurin í Suðurfraklandi hildin at vera um 530 úlvar.
Djóraverndarfólk í stríði við bøndur og bygdafólk hava roynt at tryggja hesum illa gitna villdjóri møguleika at yvirliva til at margfalda djóralívið í náttúruni.
Eric Battement, borgarstjóri í normannisku bygdini Mensil-Follenprise hevur sagt miðlunum, at ímillum Corona og úlvar kennir hann seg sum í Miðøld.
Enn er tó ikki ekki fallin á fólk yvirhøvur í Normandínum, tí sum sagt eru fronsku úlvarnir mest sæddir í landsynningspartinum av landinum.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur