Ein veik sólskinsglæma úr Sudan, har umskera smágentur er nú bannað við lóg
Stórtíðindi frættust í summar, at nú hevur hernarstjórnin í Khartoum bannað við lóg at umskera smágentur. Hetta er so ein roynd aftrat at steðga FGM (female genital mutilation).
Sudan hevur verið eitt yndisevnu í Andøvsløtuni, m.a. sum gott, afrikanskt dømi um, at tað eru ikki bert hvítir, gamlir, hinskyndir vesturlendskir menn, ið hava skyldina í øllum heimsins vanlukkum, sum hvítir og svartir vinstrahallir rasistar pástanda. Øll menniskju (eisini afrikanar) eru falnir skapningar, ið fattast dýrd Guds, hóast marxistar av øllum húðalitin siga, at vit eru so góð.
Sudan hevur altíð verið eitt dustfátækt, barbariskt, muslimskt pesthol (helst óneyðugt at nevna øll 3 lýsingarorðini við navnorðinum, tí øll hoyra saman). Einki galið við landinum, bara við fólkinum, 45 mió íbúgvar, ella við rættari fólksins leiðarum. Men vit fáa ta stjórn, vit hava uppiborið. Miðal ársinntøkan í Sudan er um 4.000 kr, ella 10 kr um dagin og stak ójavnt býtt.
Ahmad al-Bashir hevur verið militerur einaræðisharri í Sudan í 40 ár, til hermegin tók valdið frá honum í fjør og setti seg sjálv í sessin. Hann er ein af ríkastu politisku búrhundum í Afrika, góður fyri $ 1 mia (= 7 mia kr). Brots-mannastólurin í Haag ynskir at rættarsøkja hann fyri brot móti mannaættini.
Nú sleppa hernarstjórnin í Khartoum so at kradda til sín. Annars er Sudan í skuldarfelluni hjá CCP og púra koloniserað úr Beijing, ið eigur alt landið.
Sudan hevur ikki flutt seg eitt vet, síðan landið fekk sjálvstýri í 1956. Best kendi sudanski toppmaðurin man vera Dr Tedros, leiðari í WHO, sum CCP hevur mutrað, eftir at teir settu hann at reka ørindi fyri Beijing í ST.
Nú bannar Sudan við lóg hesi skemdar umskering av smágentum. FGM er eyðkenni fyri islamska mentan, og 87% av øllum gentum í Sudan við ‘friðar-trúnni’ í hásæti eru umskornar. Tær, ið yvirliva bløðing og bruna, verða pjøssaðar saman við tráð og stoppinál, bera mein og hava pínu alt lívið.
Tað løgna er, at feminazistar í Vestanlondum venda blindu lið til, hvussu islam fer við kvinnum. Grundin er, at marxistar og islamistar eru samdir um at hata jøda-kristindóm, kapitalismu, persónsfrælsi og fólkaræði.
Um nýggja forboðslógin hjá hernarstjórnini í Khartoum verður fylgd, fæst at síggja. Men revsingin fyri at bróta hesa lógina er upp til 3 ára fongsul.
Mest lisið í farnu viku

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Veðurstøðin til Klaksvíkar

Grótbrotið fingið nýggja maskinu

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Merki vundið á stong í Ísrael

Sprelllivandi sannleiki – úr hebraiskari orðabók

Hvalbiartunnilin: Tveir tunnilsmunnar og hvat so?

Kórið í Christianskirkjuni

Sandur komin í lopgrøv

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 18. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Vilhelm þorsteinsson á fyrsta túri

Ebenezer Tórshavn

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Tobbi aftur á tingi

Meginfelag Útróðrarmanna

Tekning til familjulegur 2021

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Hebron á Argjum

Gripsvegur stongdur sunnunáttina 19. apríl

Flogbóltur, galla: Tilnevningarnar til ársins bestu 2021

Lívsverk - Eftirlønargrunnur løntakaranna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











