Krúnukrím dró tað besta fram í mongum - í øðrum tað ringasta
Undir stongslinum av flestu heimsins londum fekk ein fjøld av fólki hug til at gera væl móti sínum sóttarbundnu medmeniskjum.
Mong tónleikagávað sungu og spældu uttan fyri vindeygu. Onnur fóru til handils og gingu onnur ørindi til at hjálpa teimum í sóttarhaldi.
Men stríðið millum gott og ónt gongur gjøgnum hjartað á øllum okkum falnu syndarum, ið øllum fattast dýrd Guds fyri at sleppa til himmals ein dag, um vit so láta lív av krúnukrími ella øðrum ávum.
Ivaleyst búgva mong góð fólk í Norðurírlandi, har kappingin millum katolikkar og protestantar hevur roynt teirra trúarlív meiri enn fleiri øðrum, líka síðan ‘The troubles’ kyknaðu uppaftur seint í 1960-árunum og hava hildið fram til nýliga, tá líkinda friður og sátt fekst millum partarnar.
Mitt í Corona-stongslinum máttu myndugleikarnir í Belfast tó mæla fólki til varsemi og ikki at vera ov góðvarin móti øllum, ið buðu seg fram at hjálpa.
Løgreglan í Belfast ávaraði fólk ímóti vanæriligum (despicable) svikarum, sum gingu hús úr húsi og bankaðu á dyrnar hjá fólki og buðu sær at fara til handils, banka ella avheinta okkurt, tey høvdu bílagt ella ynsktu sær. Onkur beyð sær at koyra bilin til sýn ella á verkstað. Vælvild tóktist ikki at skorta, og takksemi teirra heimabundnu var ikki minni – ið hvussu er at byrja við.
Men í mongum førum rýmdu hesir brotsmenn við bæði peningi, ognum og vørum hjá teim góðvarnu, ið bíðaðu heima til fánýtis eftir vælgerðarfólkunum.
Hesar ótangagerðir vóru ikki avmarkaðar til Ulster, men serliga har.
Í býnum Barner funnu brotsmenn upp á at bjóða teim heimabundnu at sóttreinsa, meðan húsfólkini fóru út í nakrar tímar, og brotsmenninir tømdu húsini. Í onkrum býi rændu skálkar ‘matbankar’, ið buðu fólki at eta ókeypis. Matin seldu teir síðan fólki bíliga í telefon ella frá hurð til hurð.
Ein nógv brúkt brotsgerð var at møta upp hjá stórum matvøruhandlum við vøruvognum og føra seg fram sum umboð fyri matbankar, fylla bilarnar og so hvørva við vørunum, ið teir seldu fyri vinningin ístaðin fyri at geva teimum ‘fátæku’, ið avlopsmaturin varð ætlaður til av handlunum, ið lótu seg lumpa.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur