Munurin millum ‘reyðar’ og ‘bláar’ statir í USA
Í Evropa plagar reyður litur at umboða vinstrahallar og bláur litur høgravendar politiskar flokkar. Í USA er øvugt, reytt er republikanskt og blátt demokratiskt. Eitt sindur fløkjaligt fyri okkum. Men amerikanski búskaparfrøðingurin, Stephen Moore skrivar um munin millum bláar statir og reyðar statir í USA. Tað er hugvekjandi.
Reyðir statir hava konservativt, avmarkað statsvald og frían búskap, lágan skatt og lagaligt regluverk, strangt politi, lóg og landaskil, persónligt frælsi og frían arbeiðs-marknað. Hugsa um statir sum Florida, Texas, Tennessee, Arizona og Utah.
Bláir statir vilja hava eitt nú stóran almennan geira, høgan skatt, strangt regluverk, veika løgreglu, høga minstuløn, kravdan limaskap í fakfeløgum. Hugsa statir sum New York, New Yersey, Massachussets, Illinois, Oregon og sjálvsagt California.
Vinstrahall velja deilstatir við stórum almennum geira, og siga, at høgir skattir eru betri, serliga fyri láglønt, minnilutar og verkafólk enn reyðir statir. Vinstravend halda, at reyðir statir eru mentanarligir eftirbátar og betri fyri tey ríku.
Steve Moore sammetir so teir størstu reyðu (konservativu) statirnar Florida, Texas og Tennesse við 3 stórar bláar (vinstrahallar) statir, California, New York og Illinois.
Um sosialisman virkar, skuldu fólk flutt úr reyðum til bláar statir. Men tað er øvugt. Smb (vinstrahalla) New York Times, klára flytifyritøkur í NY og California ikki at nøkta tørvin hjá fólki, sum vilja flyta sítt innbúgv úr New York til reyðar statir.
Síðan 1990 eru 1 mió fólk flutt árliga úr bláum statum í USA til reyðar. Amerikanum dámar vinnuligt og persónsfrælsi. Avmarkað statsvald gevur jú frælsi og møguleikr.
Um tú søkir arbeiði, so hava Florida og Texas gjørt 2 ferðir fleiri jobs enn bláir statir.
Pengar røkka longur í reyðum enn í bláum statum. Tax Foundation Society sigur, at $ 100 keypa fyri $110 í vørum og tænastum í Tennessee og bert fyri $89 í NJ.
Húsaprísirnir eru væl lægri fyri betri virði í reyðum enn bláum statum.
Dems siga, at fólk flyta til gott veður, og reyðir statir liggja sunnari í USA enn bláir. Men California, kølbláur statur við besta veðri í USA, missir 100.000 fólk netto árliga
Hvat forklárar fólkastreymin úr bláum til reyðar statir, spyr Steve Moore á PragerU? Byrja við skatti, svarar hann sjálvur. Teir fjølmentastu bláu statirnir, Cal og NY, hava hægstu statsskattir í USA. Texas of Florida hava ongan statsskatt.
Tá skattatrýstið herðist í einum bláum stati, flyta fólk til reyðar lágsskattastatir. Trupulleikin fyri bláu statirnar er, at teir missa eisini skattin, ið hesir borgarar hava goldið, teirra vinnuvirki og starvsfólk. Bláir búskapir versna, sum frá líður.
Hvat so við kriminaliteti, spyr Steve Moore?
Hann svarar retoriskt, at av teim 20 deilstatunum við flestu morðum hava teir 19 Dem stýri og hava havt sosialistiska leiðslu í áratíggju. Morð og sor hareftir.
BLM og Antifa eru marxistiskir lógloysingar við atferð sum fasistiskir stormtroppar í Týskalandi í 1930-árunum, men nú við Democrat flokstilknýti og somu fjaldu leiðslu.
Tey hava brotið, brent og rænt í mánaðir heilar býarpartar í 10-tals býum og gjørt skaða fyri $3 mia. Tey hava fingið sær nýggjan svartan pínslavátt. Ein 46 ára gamal 9 ferðir fongslaður narkomanur hevur avloyst hampa stórmennið MLK.
Síðan George Floyd læt lív av hjartastoppi, drøggaður av fentanol, heroin og crack, hava svørt bølmenni skotið og myrt 30% fleiri onnur svørt í Dem stýrdum býum enn vant. Tá tegir BLM, tí tá svørt drepa svørt, týða svørt lív einki.
Gongubreytir í fyrr vøkrum gøtum í góðum býarpørtum eru ikki gangandi eftir av rekavættum, sum gera býirnar ótryggar, og verða stuðlað av Dem myndugleikum.
Og so til Corona í Dem stýrdum bláum býum og statum. Har hevur Steve Moore hetta at siga: Í lutfalli til fólkatal í bláum statum sum New York, New Jersey ella Illinois, so eru 3-4-5 ferðir so nógv fólk deyð av krúnukrími og/ella fylgisjúkum sum í reyðum statum sum Florida, Texas, Georgia, Utah og Arizona.
Hesir vinstrahallu Dems, ið nú stuðla tí senila Joe Biden og hansara gangstara-flokki, látast at umboða og stuðla teim fátæku, veiku, sjúku og minnilutum.
Men í USA sum í sosialistiskum londum er altíð ringast at vera illa fyri við meiri ella minni planbúskapi. Jú meiri niðurjavning, jú størri armóð.
Í USA er gott at búgva í reyðum og ringt at búgva í bláum statum, skrivar Steven Moore, búskaparfrøðingur fyri PragerU.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur