Forsætisráðharrin í Lesoto ákærdur fyri at hava myrt konuna
Hvat gert ein, tá ein sum 80 ára gamal ert troyttur av konuni, men hon noktar at skiljast frá tær, ið ert landsins hægsti politikari og vil giftast aðrari yngri konu?
Tú kundi bundið frið og hildið fram sum landsins ovasti við ella uttan unnustu.
Men tað gjørdi Thomas Thabane, forsætisráðharri í Lesoto, ikki. Ístaðin giftist hann unnustuni og rindaði einum brotsliði pening fyri at myrða konuna.
Drápið av First Lady í Lesoto hendi longu í 2017, tá hon varð skotin í bilinum bert 2 dagar, áðrenn maðurin varð innsettur sum forsætisráðharri í Maseru, høvuðstaði í sjálvstøðuga pinkulandinum, Lesoto, sum er umgirt av RSA.
Tann nú sála Lipolelo Thabane hevði so frægt bein í nøsini, at hon sýtti manninum hjúnaskilnað og fekk viðhald í rættinum at varðveita sítt heiti og forrættindi sum Fyrstafrúa í Lesoto.
Tað mundi vera hetta, ið fekk ‘Tummas forsætisráðharra’ at taka sær óráð fyri og hýra eitt harkalið til at sleppa sær av við fyrru konuna.
Annars er Lesoto sum sagt pinkuland eftir afrikanskum máti, bert 30.000 km2 (nakað sum Jútland) við 2 mió íbúgvum og ein enklava í Suðurafrika. Miðal ársinntøkan er sum vant í Afrika ússalig, bert $1.400 (= 25 kr um dagin).
Men sjálvur er Thabane góður fyri $ 800 mió (= 4 mia kr), smbr. Forbes Mag.
Hann hevur verið nógv úti um seg og kraddað dúgliga í eitt nú Suðurafrika, har so mangt hevur borið til hjá ikki-hvítum valdsgessum síðan 1994, tá meirilutastýri varð innført, og Nelson Mandela tók við. Eisini hevur Thabane gjørt stórar íløgur í diamant- og oljuríka (kommunistiska) Angola.
Hann spilti møguleikan at njóta síni síðstu ár við fyrru konuni, Lipolelo, sum hann eigur 5 børn við, ella saman við bert 43 ára gomlu unnustuni, Maesiha. Morðið á konuni østi Lesoto upp, so allir flokkar á tingi kravdu, at Thabane legði frá sær.
Nú eru so bæði Tummas og Maesiha ákærd fyri morðið av Lipolelo, men striltið er at fáa gongd á rættarmálið móti bæði fyrrv. forsætisráðharranum og unnustuni.
Og tað er nokkso skilligt í einum afrikanskum landi, har tann mistonkti ræður yvir 4 mia kr, miðal ársinntøkan hjá fólkinum er 25 kr/dag, har alt er til keyps og øll fals.
Men tað eru framvegis vit hvítu, gomlu, hinskyndu og rasistisku menn, ið hava skyld í øllum heimsins óndskapi. Fólk við øðrum húðaliti eru ósek, ja hvít sum einglar.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur