Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Karlot Hergeirsson: Ternan Reyða

Innanlands, Lesarabrøv | 25/10-2020 08:42

Winston Churchill segði einaferð, at "…..viðhvørt er tað ikki nóg mikið, at vit gera okkara besta. Viðhvørt mugu vit gera tað, sum krevst!" …. tí má Tórshavnar Kommuna gera tað, sum krevst! og ikki blíva við…»at venda tað blinda eyga til», sum Admiral Nelson.

Nú Ternan er til klassingar, skulu vit so ikki bara mála hana reyða, eins og býbussarnir? Á hvørjum einasta sumri er tað ein afturvendandi kampur at fáa 6. mannin umborð á Ternuna, so at ferðafólkatalið kann økjast við 200. Tað skula fleiri tilburðir til á hvørjum árið, at fólk standa eftir á Bursatanga, áðrenn SSL boyggir seg, og setur mannin umborð!

Eg veit, at tað er ein landsuppgáva at røkja sambandið til Nólsoyar, men eftir mínum tykki verður tað langt frá røkt á nøktandi hátt. Tað er ikki nøktandi, at landið bara ger sítt besta….

Winston Churchill segði einaferð, at "…..viðhvørt er tað ikki nóg mikið, at vit gera okkara besta. Viðhvørt mugu vit gera tað, sum krevst!"

…. tí má Tórshavnar Kommuna gera tað, sum krevst! og ikki blíva við…»at venda tað blinda eyga til», sum Admiral Nelson.

Tað, sum eg krevji av Tórshavnar Kommunu, er at hon gevur sínum borgarum í Nólsoy bestu tænastu.

Talan er ikki um nógvar pengar. Tað kostar ímillum 300-400 túsund krónur at hava 6. mannin umborð summarhálvuna. Tað eigur at verða møguligt at finna teir pengarnar! Serliga tá hugsað verður um, at Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu kostar 30 milliónir árliga. Tá eru 300 túsund «piparnøtur».

Ein máti at fíggja hetta hevði verið við teimum inntøkum sum Tórshavnar Havn fær av vøru og-ferðafólkaavgjaldi frá Ternuni, sum er væl meiri enn tær 300.000 kr., og tað er hugsandi at hesar 300.000 kr. høvdu komi innaftur í kassan hjá Tórshavanr Havn, við tí vøkstri av ferðfólki sum verður.

Tað er næstan ómøguligt, hjá ferðavinnuni í Nólsoy, at skipa sítt virksemi undir verðandi skipan. Tað mugu koma fastir karmar á sambandið um fjørðin, tí er tað eitt, sum er alfa og omega hjá ferðavinnuni, so er tað at kunna langtíðarplanleggja. Tað er ómøguligt at gera planir fram í tíðina, tá ein ikki veit nær Ternan kann hava 95 og nær hon kann hava 294 ferðafólk. Tí skal 6. maðurin verða umborð á Ternuni alla summarhálvuna!

Lat okkum venda aftur til yvirskriftina, og hugsa tankan lidnan - Hvat um Ternan var reyð? Røddir hava verið frammi, bæði í Løgtinginum og Landsstýrinum, um møguliga at útveita partar av Oyggjaleiðini hjá SSL, eins og Bygdaleiðin.

Tað kostar umleið 10 milliónir (útreiðslur minus inntøkur) at reka Nólsoyarleiðina. Í eini útveiting skuldu hesir pengarnir sjálvandi fylgt við. Tað er ikki óhugsandi, at tænastustøðið á Nólsoyarleiðini hevði blivið munandi betri enn nú, um leiðin bleiv

veitt út til Tórshavnar Kommunu ella kanska onkran privatan, tí vit kunna skjótt blíva samdu um at tænastustøði ikki er nøktandi, sum t.d. nú, tá Ternan er vekk nú tað er vetur, og onnur smá før verða sett inn ístaðin, so við eini útveitingar avtalu á 10-15 ár, har inntøka á 10 milliónir árliga var tryggja, so átti tað at verðið grundarlag til at útvega sær nýtt og tíðarhóskandi skip, sum hevði økt munandi um tænastustøð. Tað er átaluvert nú minni bátar/skip sigla ímeðan Ternan er til klassingar, at vøra má handast í land, og rørslutarnað eru avskorin í at ferðast.

Men vit kunnu sjálvandi ikki bara sita og gita - Vit skulu vita! Tí eigur hesin møguleikin at verða kannaður til fulnar. Eitt skal tó sláast rimmar fast, og tað er at í einari møguligari útveitan, skal eitt minimum tænastustøði og eitt maks ferða og- farmagjald definerast.

Sambandið um fjørðin er lívsæðrin hjá nólsoyingum, og tað vil altíð fáa mína hægstu raðfesting, og við nýggjum fólki á Vaglinum, so eri eg ikki í iva um, at eitt gevandi samstarv/samskifti við SSL hevði kunna komi í lag, sum hevði kunna loyst trupulleikarnar, sum t.d. við 6. manninum og at tað kundi verði siglt minst tvær ferðir høgtíðsdagar, so borgarar í kommununi sloppi aftur og fram.

Í komandi 4 ára skeiðið vilja eg raðfesta samstarvi við SSL, soleiðis at Nólsoyingurin kemur í fokus.

Karlot Hergeirsson valevni fyri Framsókn 


Lagt út:
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi